01.04.2009
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Doktaraverja í løgfrøði

Í morgin verjir Kári á Rógvi sína Ph.D-ritgerð í løgfrøði í Íslandi.


Í morgin, hósdagin 2. apríl, verjir Kári á Rógvi, løgtingsmaður og lektari við Fróðskaparsetur Føroya, Ph.D-ritgerð


Í morgin, hósdagin 2. apríl, verjir Kári á Rógvi, løgtingsmaður og lektari við Fróðskaparsetur Føroya, Ph.D-ritgerð sína “West-nordic Judicial Review – A Comparative Study of Scandinavian Judicial Review and Judicial Reasoning,” við Háskóla Islands. Verjan fer fram í Høvuðsbygningi Háskúlans og byrjar kl. 15.00.

Í doktaranevndini hava sitið Eirikur Tómasson, Björg Thorarensen og Róbert Spanó, øll professarar við løgfrøðideild Háskóla Islands. Andmælingar verða Guðmundur Alfreðsson, professari við Lunds Universitet og Eivind Smith, professari, Univsitetet í Oslo.

Kári á Rógvi er cand. jur. frá Københavns Universitet og LL.M frá University of Aberdeen.