Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
06.12.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Doktarritgerð givin út av týskum forlagi

Týska forlagið Lap Lambert Academic Publishing hevur útgivið doktararitgerðina hjá Hóraldi Joensen, lektara á Náttúruvísindadeildini, sum hann vardi í Bergen í 2002.


Fyrr í ár vóru umboð frá týska forlagnum Lap Lambert Academic Publishing á vitjan á universitets bókasavninum í Bergen í Noregi. Har komu tey fram á doktararitgerðina hjá Hóraldi Joensen, sum hann vardi við Universitið í Bergen í 2002. Teir  hildu ritgerðina verða so mikið áhugaverda og á slíkum høgum vísindaliga støði, at teir vildu sleppa at geva hana út.

Týska forlagið setti seg síðani í samband við Hórald Joensen fyri at fáa loyva til at geva ritgerðina út. “Eg greiddi teimum frá, at eg als ikki hevði ráð til fíggja nakra útgávu”, greiðir Hóraldur frá, “men bað teir bara prenta, um teir høvdu hug til tað og rindaðu alt sjálvir.” Forlagið so gjørdi, og kom bókin við heitinum ' Identification of fish by multivariate analysis of fatty acid profiles: Discrimination among fish species and stocks by multivariate analysis of fatty acid signatures in selected tissues'  út tann 9. novembur og er til keyps umvegis internet bókasøluna Amazon.com

Í ritgerðini, og nú í bókini, verður greitt  frá ymsum hættum at finna fram til ymsar eginleikar í feittinum á fiski, og hvussu munurin í feitteginleikunum kann brúkast til at skyna ímillum ymsar stovnar av sama fiskaslagi. Serliga hyggur hann eftur muninum ímillum toskastovnarnar á Føroya Banka og á Landgrunninum og trý ymisk kongafiskasløg í Norðurhøvum. Slíkir hættir at eyðmerkja fiskastovnar hava avgerandi týðning, t.d. í millumtjóða samráðingum um býti av felags fiskastovnum.

Ritgerðina vardi Hóraldur Joensen, sum longu nevnt, á Universitetinum í Bergen í 2002. Hann skrivaði ritgerðina, meðan hann var í verkætlanarstarvi á Fiskirannsóknarstovuni, nú Havstovuni. Síðani 2008 hevur Hóraldur starvast sum lektari í evnafrøði á Nátturvísindadeildini.