28.11.2008
Føroyamálsdeildin
Skriva út

dr.philos. Jógvan í Lon Jacobsen

28. november vardi Jógvan í Lon Jacobsen dr.philos.-ritgerð sína sum hevur heitið ”Álvaratos, who cares? Ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum” á universitetinum í Bergen.


Seinnapartin dagin fyri, 27. november, var skipað fyri royndarfyrilestri, eins og vanliga verður gjørt í Noregi.

Fyrri fyrilesturin, við sjálvvaldum evni, hevði heitið "Sproglig markedsøkonomi på Færøerne".

Í tí seinna fyrilestrinum Jógvan í Lon Jacobsen helt ,var evnið uppgivið, og har var yvirskriftin "Livsstil som analytisk omgrep i sosiolingvistikken"

1. opponentur var Arne Torp, professari, Universitetet i Oslo.
2. opponentur var Asgerd Gudiksen, lektor, ph.d. á Keypmannahavnar Universitet.

Fyrstiamanuensis, Endre Brunstad, Universitetet i Bergen, var leiðari fyri metingarnevndini.