10.10.2008
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Dr.philos.-verja í føroyskum máli við Universitetet i Bergen.

Fríggjadagin 28. november 2008 skal Jógvan í Lon Jacobsen, mag.art. verja ritgerð sína ”Álvaratos, who cares?"


”Álvaratos, who cares?“

Dr.philos.-verja í føroyskum máli við Universitetet i Bergen.


Fríggjadagin 28. november 2008 skal Jógvan í Lon Jacobsen, mag.art. verja ritgerð sína ”Álvaratos, who cares? Ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum føroyskum orðum”. Verjan verður á universitetinum í Bergen. Dagin fyri skal kandidaturin halda tveir royndarfyrilestrar. 

Endamálið við kanningini er at gera eina samtíðarliga lýsing av hugburði til og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum. Henda verkætlan er partur av eini norðurlendskari verkætlan við heitinum ”Moderne importord i sprogene i Norden”. Og ein stór bókarøð er sprottin burtur úr hesi verkætlan.

Sjónarhornið er tað samfelagsmálvísindaliga, har ið málvísindi verða koblað til ymiskar samfelagsbólkar í breiðari merking. Við trimum ymiskum háttaløgum verður roynt at nærka seg einum svari til spurningin um hugburð til mál og málnýtslu. Hesi trý háttaløgini eru:

• Ein meiningakanning. Tilvildarliga útvald fólk (tað kvantitativa háttalagið)
• Dýpdarsamrøður við útvald fólk (tað kvalitativa háttalagið)
• Ein grímukanning (ein sonevnd matched guise-kanning)

Tey bæði fyrru háttaløgini eru beinleiðis háttaløg, har ið heimildarfólkini eru medvitað um endamálið við kanningini. Endamálið við meiningakanningini er at fáa yvirlit yvir hugburð í málsamfelagnum, meðan endamálið við kvalitativum kanningum er at fáa innlit í málvariatiónina hjá útvaldum einstaklingum. Grímukanningin er hinvegin eitt óbeinleiðis háttalag, har ið heimildarfólkini í prinsippinum ikki vita, hvat tað veruliga endamálið við kanningini er. Til samans eru eini 1200 fólk blivin spurd í kanningini.

Tað yvirskipaða ástøðið byggir á lívsstílar. Tað merkir, at heimildarfólkini í dýpdarsamrøðunum eru útvald við støði í hugtakinum lívsstílar. Arbeitt verður við fýra lívsstílum, har 12 fólk umboða hvønn lívsstíl. Hetta úrvalið byggir ikki á empiri, men á at fólk í ávísum sløgum av størvum umboða tveir ymiskar lívsstílar (siðbundin framleiðsluvirkir og nýmótans tænastufyritøkur). Harumframt verður stigskipanin (høgur/lágur) mark millum tveir lívsstílar. Á tann hátt fáa vit fýra lívsstílar: leiðarar á ávikavist framleiðlsuvirkjum og tænastufyritøkum og arbeiðsfólk á hesum somu sløgum av fyritøkum. 

Lívsstílsmunir vísa seg sjáldan at gera  tann stóra munin í hugburði og nýtslu, men tó síggja vit eitt mynstur á tann hátt, at leiðarar á nýmótans fyritøkum eru enskvinarligari enn fólk úr hinum lívsstílunum. Tað er tó eingin reglufastur mótpólur til hesi fólkini, og tað kann helst tulkast á tann hátt, at talan helst ikki er um nakað klárt lívsstílsmyntur. Tað merkir, at eru munir millum lívsstílarnar, eru teir sjónligari í dimensjónini høgur/lágur enn í slagi av arbeiðsplássi. Ein orsøk til, at hesi fólkini eru enskvinarligari enn onnur er helst, at tey arbeiða innan kt-økið, har nógv yrkisorð eru ensk.

Ein onnur niðurstøða er, at tey ungu taka í minni mun enn tey eldru undir við purismuni sum hugsjón. Tað merkir, at tey yngru eru enskvinarligari enn tey eldru. Men vit fáa einki sagt um, hvørt hetta rák fer at breiða seg til aðrar aldursbólkar í tí føroyska samfelagnum. Talan kann eins væl vera um eitt aldurstreytað fyribrigdi, t.e. ein aldursvariatión, sum úrslit av at aldursbólkarnir atlaga seg einum mynstri fyri tað lívsskeiðið, tey eru í.

Tað er lítið gjørt við samfelagsmálvísindi í Føroyum, og tí vita vit lítið um hetta. Henda ritgerð er ein roynd at fáa kannað hugburð og nýtslu hjá ymiskum samfelagsbólkum í Føroyum. Tað tykist at vera ein vaksandi áhugi fyri føroyskum samfelagsmálvísindum, og tað er at frøast um, tí vit vita í roynd og veru lítið um, í hvussu stóran mun málhugburður og málnýtsla eru bundin at samfelasgligum viðurskiftum.

Ritgerðin liggur frammi á Føroyamálsdeildini. Í dómsnevndni, sum hevur mett um ritgerðina, hava sitið Arne Torp, universitetið í Oslo, Asgerd Gudiksen, universitetið í Keypmannahavn, og Endre Brunstad, formaður, universitetið í Bergen. Hesi fólkini fara eisini at virka sum andmælingar við doktaraverjuna. Vegleiðarar hava verið Helge Sandøy, professari á universitetinum í Bergen (høvuðsvegleiðari), Eivind Weyhe, lektari á Fróðskaparsetri Føroya og Tore Kristiansen, lektari á universitetinum í Keypmannahavn.

Føroyamálsdeildin