Durita G. Joensen námslektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini
30.09.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Durita G. Joensen námslektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Durita Gunnvør Joensen er sett í starv sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði á SFD. Hon tekur við starvinum tann 1. desember 2015.


Durita hevur cand.cur. útbúgving frá Aarhus Universiteti í 2011. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya í 2004, og hevur ískoytisútbúgving í sjúkrarøktarfrøði frá VIA University College, Danmark, í 2008. Durita hevur hollar kliniskar royndir, og er nú í sjúkrarøktarfrøðistarvi á neurologisku deild á Aarhus Universitetssjúkrahúsi.

Høvuðsuppgávan í starvinum á Setrinum verður at standa fyri kliniska partinum av útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing. Arbeiðið fer eisini at fevna um undirvísing í sjúkrarøkt, vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir.

Vit ynskja Duritu vælkomnari í starvið.