Anna K. Matras
28.03.2011
Skriva út

Earth Hour 2011

Aftur í ár varð tiltakið Earth Hour, ið er heimsins størsta veðurlagstiltak, fyriskipað. Hetta var seinasta leygarkvøld 26. Mars 2011, eisini við luttøku av Fróðskaparsetri Føroya


Talan er um, at milliónir av fólki, fleiri túsund fyritøkur og kommunur kring allan knøttin sløkkja ljósið í ein tíma. Àtakið er ein áminning um, at neyðugt er at taka veðurlagsbroytingarnar í álvara.


Fróðskaparsetur Føroya valdi aftur í ár at luttaka, tá 6 av okkara ambætarum vórðu sløktir millum kl 20.30 og 21.30 hetta kvøldið. Hesir vórði valdir út, tí teir  ikki gera so nógv til nyttu um vikuskiftini. Um vit siga, at hesir ambætarar høvdu brent í meðal 100 Watt hendan tíman, so hava vit spart 600 Watt hesa løtuna. Og alt ger mun.