Ebba farin – varðin stendur eftir
Lukkan er ikki tað vit droyma um, lukkan er ikki náttin, hana vit minnast, lukkan er ikki í okkara longsulskvæði.
Ebba Hentze, rithøvundur og týðari, er ikki millum okkum meira. Við henni er enn eitt umboð fyri tey, sum settu bókmentaliga kós mitt í 20. øld farin. Og Ebba hevur sett síni spor. Sjálv hitti eg Ebbu, tá eg var eini ellivu ára gomul og ferðaðist í Hvalba. Hon skuldi koma at vitja, og øll í húsinum vóru spent og gjørdu sítt ítasta at fyrireika vitjanina. Hvussu vitjanin spældi av, minnist eg ikki, bara vónina um vitjanina. Tá ið vit vóru nøkur ung, sum gjørdu tíðarritið Brá, fylgdi Ebba væl við. Vit báðar sótu eina tíð saman í nevndini fyri M. A. Jacobsens virðislønirnar, og tað var altíð forvitnisligt at hoyra tað, sum hon hevði at siga. Eina tíð var eg ein av telefonvinkonum Ebbu. Hon ringdi, tí hon hevði okkurt at siga mær um eina bók, eina yrking ella eitt ummæli. Ella hon vildi vita, hvussu gekst dóttur míni. Hendan áhugan at eygleiða børn hevði hon vist frá ungum árum, haldi eg. Eitt, sum hevur fest seg í huga mín er, at hon mintist meg sum smágentu umborð á Tjaldrinum saman við foreldrunum. Hon lýsti okkum so vakurt og hjartanemandi, at eg hómaði í orðum hennara onkran sakn í henni sjálvari. Tí numu boðini um andlát Ebbu eyka við meg hendan morgunin á fimmti ára hátíðardegi Fróðskaparsetursins.
Ebba var ættleidd, vaks upp á Tvøroyri, tók studentsprógv í Keypmannahavn í 1950 og las síðani mál og bókmentir. Hon arbeiddi í Svøríki saman við Sonju Carlberg, ið eisini var týðari. Ebba yrkti og fekk fyrstu yrkingar sínar á prent í danska tíðarritinum Hvedekorn í apríl 1963. Hon arbeiddi á Politiken, var forlagsráðgevi og skrivaði stuttsøgur til Politikens Magasin. Ebba flutti aftur til Føroya í 1970-árunum og vann virðing millum rithøvundar og intellektuell.
Ebba var egin, hon hevði sterkar meiningar, sum hon ikki fírdi fyri at siga bart út. Hon var ikki altíð væl foreint við seg sjálva, lagnu sína og ei heldur við medmenniskju síni. Summi stygdi hon burtur, onnur leitaðu aftur um tann avgjørda yvirflatan og royndu at styðja hana so mikið, sum tey sluppu.
Týdningur hennara sum týðari kann ikki yvirmetast. Hon týddi hópin av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men týðingar hennara úr føroyskum til danskt hevur havt ómetaligan týdning fyri útbreiðsluna av føroyskum bókmentum uttanlands. Hon týddi Líkasum eftir Róa Patursson, so hon kundi verða nominerað og fáa Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 1986. Jóanes Nielsen gjørdist kendur og væl umtóktur í Danmark takkað veri týðingar Ebbu av yrkingaúrvalinum Saltet i dampende middagsgryder, skaldsøguni Gummistøvler er de eneste tempelsøjler vi ejer på Færøerne og yrkingasøvnunum Kirkerne på havets bund og Sting. Eftir Hanus Andreassen týddi hon eitt stuttsøguúrval, sum fekk heitið Med Edgar Allan Poe i Solhavn. Somuleiðis týddi hon Heðin Brú, Jens Paula Heinesen, Jógvan Isaksen og Oddvør Johansen, soleiðis at bøkur teirra vórðu týddar víðari til onnur mál.
Ebba týddi eisini til føroyskt, og tí hava vit eitt nú yrkingar á føroyskum eftir finnlands-svensku Edith Södergran, sum av mongum verður mett at vera fyrsti veruligi modernisturin í norðurlendskum bókmentum.
Ebba ríkaði eisini føroyskar bókmentir við stuttsøgum og yrkingum. Tann kendasta er ”Kata, ein seinkaður nekrologur” frá 1985, sum lýsir korini hjá kvinnu, sum vildi útbúgva seg og mennast intellektuelt, men noyddist at gevast fyri at ansa yngri systkjum, tá ið mamman var deyð. Stuttsøgan “Juli” er beinrakin lýsing av tí, sum happing ger við eitt barn. Ebba skrivaði tvær bøkur um Antoniu, Antonia og Morgunstjørnan, Antonia mitt í verðini (1982), ið lýsa lív og tankar hjá eini gentu, sum við foreldrum sínum flytur út á eina oyggj at búgva. Mamman eigur meg (1983) byggir á søgnina um fjóskonuna og Snæbjørn. Mia, skúlagenta í Havn (1987) og Gulleygað fara báðar fram í Havn og eru kanska tær best umtóktu av bókum hennara. Eyðkent í hesum bókum er, at tær taka barnið í álvara, tala til tað á jøvnum føti sum við øll onnur. Ebbu dámdi heldur ikki, at bøkurnar vórðu skírdar barnabøkur, tær vóru bøkur rætt og slætt, bókmentir.
Tá hon í 2006 fekk mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 2006 var tað við hesi grundgeving:
Alla sína tíð hevur hon livað við bókum og skaldskapi. Hon er ein tann royndasti metarin av bókmentum, vit eiga, og hevur dugað, djørv og beinrakin, at sagt sína hugsan. Sum rithøvundur hevur Ebba verið nýskapandi, men tað er sum týðari av okkara skaldskapi í onnur mál, hon hevur havt sín heilt serstaka týdning. Meira enn nakar annar hevur hon skapað føroyskum bókmentum og føroyskum rithøvundum eitt beinleiðis samband út í ein størri og víðari heim.
Ebba fekk eisini stóru Mentanarvirðisløn landsins í 2008, virðisløn frá Mentamálaráðnum í 2001 og frá 2013 fekk hon árligu Sømdargávu landsins. Í 1984 fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar Kommunu, og frá Dansk Forfatterforening fekk hon Drassows Hæderslegat í 1992.
Lukkan er nakað, sum vit aldrin ynsktu,
lukkan er nakað, sum er okkum torskilt,
lukkan er krossur sum varð reistur fyri øllum.
Edith Södergran í týðing Ebbu.
Vit minnast Ebbu við takksemi.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...