12.01.2015
Skriva út
Eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya verður løgd fram 13. januar 2015
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, setti á heysti 2013 eina uttanhýsis serfrøðinganevnd at eftirmeta Fróðskaparsetur Føroya. Nevndin er nú komin á mál við eftirmetingini, sum er fyrsta av sínum slagi, og sum er ásett í løgtingslógini um Fróðskaparsetur Føroya.
Á almennum tiltaki fer nevndin at leggja fram niðurstøður og draga fram tilmæli. Nevndin hevur arbeitt út frá hugsjónini “vit eftirmeta fyri at menna”. Eftirmetingin skal vera við til at tryggja, at Fróðskaparsetur Føroya livir upp til altjóða krøv, sum verða sett til granskingargrundaðar universitetsútbúgvingar.
Í serfrøðinganevndini eru Linda Nielsen, professari, dr.jur. Københavns Universitet, Jón Torfi Jónasson, professari ph.d., Háskóli Íslands og Jürg Glauser, professari Dr. Phil., University of Zürich og University of Basel.
Framløgan verður í Mentamálaráðnum týsdagin, 13. januar kl. 15.00.
Øll eru vælkomin.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...