Eftirmetingin av Fróðskaparsetri Føroya framløgd
Skriva út

Eftirmetingin av Fróðskaparsetri Føroya framløgd

Á framløgu í Mentamálaráðnum í dag varð Fróðskaparsetrið eftirmett.


Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, setti á heysti 2013 eina uttanhýsis serfrøðinganevnd at eftirmeta Fróðskaparsetur Føroya. Nevndin er nú komin á mál við eftirmetingini, sum er fyrsta av sínum slagi, og sum er ásett í løgtingslógini um Fróðskaparsetur Føroya.

Nevndin hevur arbeitt út frá hugsjónini “vit eftirmeta fyri at menna”. Eftirmetingin skal vera við til at tryggja, at Fróðskaparsetur Føroya livir upp til altjóða krøv, sum verða sett til granskingargrundaðar universitetsútbúgvingar.

Í serfrøðinganevndini eru Linda Nielsen, professari, dr.jur. Københavns Universitet, Jón Torfi Jónasson, professari ph.d., Háskóli Íslands og Jürg Glauser, professari Dr. Phil., University of Zürich og University of Basel.

Tak niður eftirmetingina her