Eftirútbúgving fyri námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar
Treytað av nøktandi luttøku fer Fróðskaparsetrið/Námsvísindadeildin at skipa fyri hesum eftirútbúgvingartilboðum lestrarárið 2014-15:
- Linjugreinalestur fyri námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar
- Ískoytisútbúgving fyri námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar
Linjugreinarnar, sum telja 45 ECTS, eru vanliga býttar í fýra partar (modul), og møguleiki er at taka heilar greinar, ella partar av teimum linjugreinum, sum verða bjóðaðar fram sum eftirútbúgving.
Henda undirvísing fer fram saman við lesandi á Námsvísindadeildini. Lestrarárið 2014-2015 verða hesar linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgving:
Fyri lærarar: Føroyskt, støddfrøði, kristni, søga
Fyri námsfrøðingar: Heilsa, kroppur og rørsla, smábarnapedagogikkur
Fyri lærarar og námsfrøðingar: Skúlabúgving/innskúling, námsfrøðilig leiðsla, sernámsfrøði
Ískoytisútbúgvingin til bachelor verður skipað í trimum modulum – vísindaástøði, faklig modul og bachelorverkætlan, og undirvísingin fer fram í vikuskiftum.
Meira kunning um skeiðsreglur, tekningarfreistir, kostnað o.a. fæst við at trýsta á hetta leinkið
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...