24.06.2024
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Eftirútbúgving: Skeið á Nád í heyst

Næsta lestrarár ber til at tekna teg til hesi spennandi eftirútbúgvingarskeið á Námsvísindadeildini. Umsóknarfreist er 1. juli og 1. oktober

Framhaldsskeið í sernámsfrøði

Lestrarárið 2024/2025 verða tvey framhaldsskeið í inkluderandi sernámsfrøði boðin út á Námsvísindadeildini.

Talan er um eitt skeið í heyst, sum eitur Sosialkognitivt menningarórógv (adhd, autismuspektrumið, menningartarn), og eitt skeið í vár undir heitinum Co-teaching (sam-undirvísing) og undirvísingardifferentiering. Hvørt skeiðið telur 7,5 ECTS-stig.

Skeiðið í Sosialkognitivum menningarórógvi (adhd, autismuspektrumið, menningartarn) tekur støði í eini ástøðiligari tilgongd um formliga heilan, sum mennist í samspæli við sosiala og relationella felagsskapin. Ástøðiligi grundleisturin á skeiðnum er sostatt grundaður á eina bio-psyko-sosiala vísindatilgongd. Við hesum grundleisti verður gjøgnumgongd av stóru diagnsostisku bólkunum á barna- og ungdómspsykiatriska økinum við serligum atliti at autismu, ADHD/ADD og menningartarni. Í miðdeplinum á skeiðnum er, hvussu arbeiðast kann við tílíkum avbjóðingum sernámsfrøðiliga í skúlahøpi við atliti at inkluderandi sernámsfrøði.

Skeiðið í Co-teaching (samundirvísing) og undirvísingardifferentiering tekur støði í verkligu og ástøðiligu tilgongdini, tá talan er um co-teaching (samundirvísing) og undirvísingardifferentiering sum partur av inkluderandi sernámsfrøði. Í miðdeplinum á skeiðnum er, hvussu ein ítøkiliga kann arbeiða við co-teaching og undirvísingardifferentiering, og hvussu ein leggjur til rættis, fremur og eftirmetir undirvísingina eftir hesum leistunum.

Undirvísingin fer fram á Námsvísindadeildini og verður umleið 3. hvønn hósdag. Avmarkað pláss er á skeiðnum, og tey, ið hava staðið grundskeið í sernámsfrøði lestrarárið 2023/2024, hava fyrstarætt til luttøku. Um pláss eru tøk, er møguleiki hjá øðrum at luttaka.

Tilmeldingarskjal og nærri kunning liggur er her.

Umsóknarfreist er 1. juli.

Stakskeið í starvslæruvegleiðing og akkersfólkauppgávuni

Námsvísindadeildin bjóðar aftur í ár sera spennandi skeiðið til fólkaskúlalærarar, sum vilja menna seg í starvslæruvegleiðing og akkersfólkaarbeiði.

Starvslæran er týdningarmikil partur av læraraútbúgvingini. Fyri at gera starvslæruna so munadygga sum gjørligt, eru vit, eins og grannalond okkara, farin at bjóða starvslærarum eitt serskilt skeið, ið skal brynja teir at taka ímóti lesandi og geva teimum førleikar at leggja eitt mennandi starvslæruskeið til rættis.

Undirvíst verður triðja hvønn hósdag frá klokkan 12.30 til 15.30.

Tað serliga við skeiðnum er, at skeiðsluttakararnir ogna sær ikki bara servitan í starvslæruvegleiðing, men skeiðið varpar eisini ljós á akkersfólkaarbeiðið. T.e., at skeiðsluttakararnir læra at vegleiða nýútbúnar lærarar eins væl og lesandi, ið koma í starvslæru.

Skeiðið telur 15 ECTS-stig.

Tilmeldingarskjal og nærri kunning er her.

Umsóknarfreist er 1. juli.

Starvslæruvegleiðaraskeið fyri námsfrøðingar

Vilt tú vegleiða komandi námsfrøðingum, soleiðis at allir partar fáa sum mest burturúr, so er tilboðið hjá Námsvísindadeildini sum starvslæruvegleiðari kanska viðkomandi fyri teg.
Skeiðið fevnir um eina ástøðiliga tilgongd um relatiónsførleikan, sum er grundleggjandi fyri vegleiðing. Dentur verður lagdur á ymiskar vegleiðingarhættir og týdningin av samskiftinum í vegleiðingini. Harumframt verður arbeitt við etiska grundarlagnum, tá arbeitt verður relationelt við vegleiðing. 

Endamálið við skeiðnum er at geva starvslæruvegleiðarum møguleikan fyri millum annað at menna sínar førleikar til 1) móttøku av lesandi 2) at vegleiða lesandi í starvslæruni og 3) at skriva eina væl grundaða eftirmeting av tí lesandi.

Skeiðið telur 10 ECTS-stig, og undirvíst verður umleið eina ferð um mánaðin. Harumframt verður ein starvslæra, har ein lesandi frá námsfrøðingaútbúgvingini kemur í starvslæru.

Krøv fyri upptøku er, at tú hevur prógv sum námsfrøðingur og hevur 2 ára starvsroyndir á námsfrøðiliga økinum.

Tilmeldingarskjal og nærri kunning er her.

Umsóknarfreistin er 1. oktober 2024.

Stakskeið í smíð

Skeiðið, sum boðið verður út í smíð í heyst, er triðja skeiðið av eftirútbúgving í smíð, sum tilsamans telur 30 ECTS-stig. Skeiðið í heyst telur 5 ECTS-stig. Skeiðið er skipað í samstarvi við Gøteborgs universitet. Endamálið er, at lærarar, sum ikki hava smíð á linju, kunnu uppstiga seg, so teir hava førleika at undirvísa í smíð í fólkaskúlanum.

Á skeiðnum í heyst er ástøðiligur høvuðsdentur á kreativitet og hugflog, at sniðgeva tilgongdir og leggja til rættis undirvísing út frá námsætlanini.

Verkstovurnar snúgva seg um at virka úr viði við knívi og skeriamboðum, metallarbeiði til íløt og smærri lutir, fríðkandi samanseting av tilfari og annað tilfar, t.d. betong og glas.

Tilmeldingarskjal og nærri kunning er her.

 

.