Eg eri takksamur
"Eg ætlaði mær til Aberdeen at lesa, men eg fekk meg ikki til tað, tí eg vildi ikki fara frá konu og dóttur míni. Og har er bara ein orsøk til, at tað ber til hjá okkum báðum at vera her, uttan at tað gongur útyvir framtíðarútlitini hjá okkum. Eg kann lesa master í løgfrøði og Laura kann lesa bachelor í stjórnmálafrøði á Setrinum."
Les frásøgn frá Regini Berg, sum nú ferð undir masterútbúgving í løgfrøði á Setrinum:
Fyri einum ári síðani (minus 4 dagar), hendi tað mest óvæntaða í mínum lívi. Eg fór oman í Gl. Apoteki fyri at fyrireika til LGBT, tó at eg hevði sagt fleiri ferðir við hini, at eg ikki tímdi at gera tað. Har var ein ljóshærd donsk genta, sum eg ikki hevði sæð fyrr, og mær so líkt, so valdi eg at hyggja alla aðrastaðni enn at henni – tí vakrar kvinnur kunnu vera vandamiklar!
Well, hon var ikki so við uppá, at eg ikki hugdi at henni, so hon endaði við at finna ein máta at koma í prát við meg, lokka meg við í býin, og nakrar tímar seinni, gingu vit hond í hond gjøgnum býin.
Tað er rættiliga trygt at siga, at eg bleiv so syngjandi forelskaður í henni eftir onga tíð. Hon búði í Aalborg, men hevur familju í Føroyum, og eg búði í Aberdeen tá. Havandi í huga hvussu torført tað er hjá fólki at vera saman, tá tey ikki eru í sama landi, tordi eg ikki at vóna ov nógv. Men eg broytti so ferðina hjá mær, so eg kundi vitja hana í Aalborg ávegis til Aberdeen. Og lukkutíð! Tí nakrar vikur eftir at hon var farin til Aalborg, ringdi hon til mín, og segði at hon var við barn. Og tað var bara eg, sum kundi vera pápin. Ups!
Tað tók okkum lítla og onga tíð at koma til ta niðurstøðu, at vit vildu hava barnið. Og nakrar mánaðir seinni, tá hon vitjaði meg í Skotlandi, brutu vit inn í eina gamla ruin við Loch Ness. Vit sníktu okkum uppum eitt hegn, gjøgnum bøin, og komu at enda fram til gomlu borgina í skýmingini. Har, millum tvey torn, við útsýni yvir Loch Ness, fór eg niður á knæ, og hon segði ja.
Fleiri mánaðir fram í tíðina afturat, og vit búgva saman í Føroyum. Eg arbeiði hálva tíð, Laura lærir føroyskt, og vit byrja so smátt at kenna familjurnar hjá hvør øðrum. Eg ætlaði mær til Aberdeen at lesa, men eg fekk meg ikki til tað, tí eg vildi ikki fara frá konu og dóttur míni. Og har er bara ein orsøk til, at tað ber til hjá okkum báðum at vera her, uttan at tað gongur útyvir framtíðarútlitini hjá okkum. Eg kann lesa master í løgfrøði á setrinum, Laura kann lesa bachelor í stjórnmálafrøði og vit vóru serstakliga heppin, at fáa eina góða og sera bíliga íbúð.
Var Fróðskaparsetrið her ikki, hevði søgan kunna sæð væl keðiligari út í løtuni, og Føroyar hevði helst eina familju minni. Sama ger seg galdandi, um familja og vinir ikki stuðlaðu okkum so nógv, og vit vóru so heppin við íbúðini, tí føroyski útbúgvingarstuðulin er heilt einfalt ov lítil í mun til kostnaðarstøðið. Serliga til familjur við børnum, har vit ikki so frætt sum fáa nóg nógv eyka til blæur.
Men eg eri takksamur, tí eg havi møtt kvinnuni, sum eg altíð vil vera saman við, vit hava heimsins fittastu dóttir og tað BER til hjá okkum at vera her. Satsaðu vit bara meira uppá Setrið, bíligari íbúðir (gleði meg til Bústaðir koma í gongd!) og hækkaðu lestrarstuðulin so tað munaði, so høvdu vit havt so nógv fleiri sólskinssøgur sum hesa. Tí tað ER genialt at búgva her sum familja, og møguleikarnir eru so ótrúliga stórir í Føroyum. Bretar halda heilt einfalt at eg lúgvi, tá eg fortelji hvørjar royndir eg havi og hvørjir møguleikar eru her.
Eg eri tí takksamur fyri alt samfelagið stuðlar okkum í, og serliga takksamur fyri, at kona mín, Laura, ikki valdi at bara ignorera handan løgna langhærda fýrin, sum var bangin fyri henni í summar. Laura er heilt einfalt tað besta, sum er hent í mínum lívi, og eg gleðist hvønn dag, tí vit kunnu vera saman.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...