Eg fái allan pakkan
Eg velji at lesa í Føroyum, tí eg kann lesa ta útbúgvingina, eg ynski mær, tí eg havi fingið lestraríbúð, og tí eg kann framhaldandi verða virkin í mínari samkomu, sigur Steffan Klein Poulsen úr Hvannasundi
Komandi lestrarár ætla fleiri miðnámsnæmingar at fara undir hægri lestur í Føroyum enn í Danmark. Hetta vísir kanning, sum Glasir hevur gjørt millum miðnámsnæmingar. Gera næmingarnir, sum teir svara í kanningini, so verður tað fyrstu ferð, at talið av fyrstaárslesandi føroyingum verður størri í Føroyum enn í Danmark.
Formaðurin í næmingaráðnum á studentaskúlanum í Kambsdali, Steffan Klein Poulsen, dugir ikki at meta um, hví hetta er so. Hinvegin hevur hann púra greið svar fyri sítt egna viðkomandi.
Steffan vil lesa búskaparfrøði, men tað hevur ikki borið til fyrr enn í 2016, tá ið Setrið fór undir bachelorútbúgving. Var tann møguleikin ikki, so hevði hann verðið noyddur at farið av landinum – ella at lesa okkurt annað á Setrinum, sum hann ikki hevði havt eins góðan hug til.
– Nú havi eg møguleika at lesa búskaparfrøði í Føroyum, og avgerðin um at søkja varð bara staðfest, tá ið útbúgvingarleiðarin í búskaparfrøði í kunningini á Kambsdali segði, at dentur verður lagdur á føroyskt perspektiv og føroysk dømir, sigur Steffan.
Á búskaparfrøði verður undirvíst 4-5 dagar um vikuna, og Steffan, sum býr í Hvannasundi, sigur, at skal hann lesa til lítar, so vil hann búgva nærindis Setrinum. Sum flestum kunnugt, so er ikki lætt at fáa nakað at búgva í í Havn, hvaðna minni eitt bíligt leigumál.
– Lestraríbúðirnar, sum standa í gerð, koma væl við. Eg setti meg í samband við Spf. Mark og spurdi um møguleikan fyri at fáa eina íbúð, og eg havi fingið eina av teimum smáu íbúðunum, sum verða við Marknagilsvegin, sigur Steffan.
Steffan er ógvuliga virkin í ungdómsarbeiðnum í Solo Deo Gloria í Klaksvík. Tað dámar honum væl og tað hevði verið við tungum huga, at hann skuldi sleppa tí arbeiðnum, tí hann noyddist uttanlands. Hann hevur sjálvur upplivað, hvussu nógv ein slíkur felagsskapur missur, tá ið onkur fer, sum hevur verið ógvuliga virkin í ungdómsarbeiðnum.
– Nú má eg fyrst bíða eftir svarinum upp á umsóknina. Sleppi eg inn at lesa búskaparfrøði og flyti til Havnar, so kann eg sjálvandi ikki vera eins virkin í samkomuni og eg havi verið. Men eg sleppi ikki endanum og kann gera mun eftir førimuni, sigur Steffan Klein Olsen.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...