- Eg havi so nógv at gleðast um
- Eg kenni meg sera hepnan, at nevndin valdi meg at vera listafólkið, ið skuldi fáa heiðurin, segði ungi yrkjarin, Beinir Bergsson í røðu síni, tá hann mikukvøldið tók ímóti gávugóðsi úr Grunnni Thorvalds Poulsen av Steinum
Einaferð um árið, á føðingardegi Thorvalds Poulsen av Steinum, fær eitt ungt og gávuríkt listafólk peningagávu úr grunninum eftir Thorvald.
8. februar var hátíðarhald í hølunum hjá Listasambandi Føroya í Hoydølum, tá Beinir Bergsson varð heiðraður og fekk 40.000 krónur.
Beinir hevur givið tvey yrkingasøvn út, og hann hevði longu frammanundan fingið viðurkenning fyri sínar skaldagávur. Fyrsta Ebbuvirðislønin varð latin honum fyri debutyrkingasavnið, Tann lítli drongurin og beinagrindin, og hitt savnið, Sólgarðurin, varð í uppskoti til norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2022.
Í ummæli av Sólgarðinum skrivar Linea Maja Ernst í Weekendavisen m.a. soleiðis um yrkingarnar hjá Beini Bergssyni:
- Tað vekir stóran ans í sjálvum sær, at vit við hesum fáa Føroya fyrsta og týðiliga queer-yrkingasavn, og so er tað enntá so elskuligt og natúrerotiskt tølandi. Egið í yrkingunum vil ikki bara sameinast við tann elskaða, men við landslagið, við familjuna, tey deyðu, við gróður og smákykt, og tað hepnast við einum spakum undri: Her vaksa trøini inn í himmalin. Yrkingarnar skapa ein livandi homoparadisiskan pall: Sólgarðurin er ein ástarsong, ókrútið grør í sveittanum frá kroppunum, kropparnir verða til eitt landslag, og soleiðis andar ein ringrás gjøgnum Beinirsa yrkingasavn, sum í ár varð tilnevnt bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins, og sum nú fæst á donskum.
Á hátiðarhaldinum mikukvøldið varð ungi yrkjarin tikin eitt sindur á bóli, tá viðurkendi sjónleikarin, Olaf Johannesen, í tveimum umførum fór á pall at lesa yrkingar hansara. Við eyðkendu djúpu røddini las - ella rættari framførdi - Olaf úr fyrra savninum um sorgina um doyggjandi pápan, og úr nýggja savninum um ástarleik og sólgarðin við blómunum hjá ommuni.
- Hatta var heilt fantastiskt!, segði Beinir rørdur eftir framførsluna hjá Olafi, sum hevði fingið allar áhoyrarnar at sita sum á nálum.
Sjálvur helt Beinir eisini røðu.
- Eg havi so nógv at gleðast um. Eg kenni meg hepnan, at nevndin valdi meg at vera listafólkið, ið skuldi fáa heiðurin, og eg kenni meg heldigan, tí forlagið Eksil hevur tikið hond um meg og mínar yrkingar, og tí eg havi eina stuðlandi familju og maka, byrjaði Beinir røðu sína.
Beinir og unnustin, Búi Rouch
- Upp á nógvar mátar hugsi eg, at eg fái meira, enn eg havi uppiborið. Fyrra savnið, eg skrivaði, er útselt, Sólgarðurin er útseldur í Føroyum, men hann heldur á at liva og kemur út í Grikkalandi í mai og á íslendskum í summar. Yrkingarnar sleppa út í heim at standa seg, uttan at eg kann forklára øðrum, hvat tað heila merkir, segði Beinir, sum í løtuni lestur Ritlist á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
- Takk fyri, at tit vísa okkum, sum útbúgva okkum á hesum økinum, álit. Vit eru ikki nógvir ungir rithøvundar, og tó - eru vit nú so fá, sum vit halda? Eg havi hug at bjóða hesum tankanum av. Eitt nú ber til at vísa á ritlistaútbúgvingina á Setrinum, sum er við til at útbúgva rithøvundar. Hetta er eitt fantastiskt ískoyti til ritlistaumhvørvið her í Føroyum. Eg tori at pástanda, at hesi fólkini á útbúgvingini eru við til at menna umhvørvið, sum standa tey við várhagasólju og blæsa síni ritlistafræ, sum fara við lotinum og festa seg ymsa staðni í Føroyum. Eitt av hesum fræunum er afturvendandi tiltakið, Yrkingar, sum Dania O. Tausen skipar fyri, har hon bæði letur roynd sum óroynd siga sínar yrkingar. Og eg má siga, at eg eri ovfarin av øllum teimum ungu fólkunum, sum hava staðið við mikrofonina í Sirkus, segði Beinir Bergson m.a. og endaði røðuna soleiðis:
- Eg eri eitt úrslit av mínari tíð og av teimum rundan um meg. Mær dámar at hugsa, at eg eri ikki eitt einsamalt individ, men ein steinur í einum varða, sum sæst í mjørkanum - so takk til tykkum øll.
Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, umboðar rektaran á Setrinum í nevndini fyri Grunn Thorvalds Poulsen av Steinum. Í røðu síni, áðrenn handanina av gávugóðsinum, hugleiddi hann um ávikavist amatørlist og yrkislist.
- Thorvald Poulsen hoyrdi til fyrsta ættarliðið av føroyingum, sum hugsaði um list sum eitt yrki. Vit eru øll amatørar við hvørt ella kanska ein stóran part av tíðini. Vit eru uppií, eru kanska við til at stoypa ein garð og sleppa í ball aftaná, sjálvt um vit ikki rættiliga duga at stoypa. Vit gera mat til onnur at eta, hóast vit ikki eru kokkar, vit seyma, skriva yrkingar til onkran, vit eru góð við o.s.fr. Og tað er stuttligt at vera amatørur, men vit – og kanska serliga vit, sum á ymsan hátt varða av listini – mugu vita hvat er hvat.
Hansina Iversen frá Listasambandi Føroya bar fram grundgevingina hjá nevndini fyri at lata Beini Bergssyni gávugóðsið.
- At gávugóðs úr Grunni Torvalds Poulsen av Steinum nú verður latið honum er fyri at strika undir, at her er eitt ungt yrkjaratalent, hvørs skaldskapur hevur dygd og serligan týdning og tí stuðul uppibornan, segði hon og las nakrar reglur úr yrkingini Buldurbrakið úr fyrsta savinum, har ungi yrkjarin letur okkum vita, hvussu torført tað er at seta orð á sorgina, nevna tey deyðu og tosa um tey.
Orðini kámaðust alsamt, tey grulvaðu longur niður í hálsin.
Í neyðstøðuni koyrdi hann hondina inn í munnin fyri at
fáa fatur á ljóðunum. So hann endiliga kundi hoyra, hvørji
tey vóru.
Hondin fekk fatur á teimum, aftaná at hava leitað allastaðni
í hálsinum, sum hon hevði leitað áður.
Dagin eftir hátíðarhaldið var Beinir Bergsson gestur í Ljóaranum í Kringvarpi Føroya, har Ingi Rasmussen prátaði við hann um viðurkenningina og hendingaríka árið, sum honum hevur verið fyri.
- Nú gangi eg á ritlistaútbúgvingini á Setrinum, og hetta kemur væl við, tí eg havi longu lisið í fimm ár og havi brúkt allan studningin, so peningurin verður helst brúktur til tað, segði Beinir Bergson í útvarpsstovuni.
- Men tað snýr seg tó nógv meira um viðurkenningina, legði hann aftrat og segði so:
- Eg rokni við, at tað at skriva verður ein lívspraksis hjá mær.
Lurtið eftir samrøðuni í Ljóaranum her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...