Egga fer úr starvi
23.06.2014
Námsvísindadeildin
Skriva út

Egga fer úr starvi

Mikudagin 25. juni kl. 14.30 verður móttøka í samkomuhøllini á Námsvísindadeildini í sambandi við, at Jógvan (Egga) Jensen, verður loystur úr starvi sum námslektari á Námsvísindadeildini.


Tá ið Jógvan Jensen, ella Egga, sum hann vanliga verður nevndur, fer úr starvi tann 1. august, hevur hevur hann verið knýttur at Námsvísindadeildini (fyrr Læraraskúlin) í 44 ár.

Egga tók læraraprógv í 1969. Árini 1970 – 78 virkaði hann bæði sum lærari í Santa Frans skúla og sum tímalærari í ítrótti á Læraraskúlanum. Aftrat hesum var hann eisini tímalærari á Føroya Fólkaháskúla árini 1970 – 75.

Í 1978 varð Egga settur í fast starv sum lærari í ítrótti á Læraraskúlanum, og har hevur hann verið síðan, so ikki kann sigast annað enn,  at hann hevur verið  trúgvur í tænastuni. Tað verða valla fleiri, ið fara at gera honum hetta eftir.

Umframt at hava skipað fyri undirvísingini í ítrótti á Læraraskúlanum og fyri eftirútbúgvingarskeiðum innan ítrótt fyri fólkaskúlalærarar kring landið, hevur Egga eisini verið ógvuliga virkin og havt mong álitisstørv á øðrum økjum, serliga innan ítrótt.

Nevnast kann, at hann millum annað:

•    hevur virkað sum instruktørur í fyrstuhjálp hjá Reyða Krossi í nógv ár
•    tók stig til at stovna Ítróttarsambandið fyri brekað (ÍSB) í 1980 og hevur verið bæði nevndarlimur og formaður har.
•    hevur verið nevndarlimur í Ítróttarsambandi Føroya (ÍSF)
•    hevur verið lærugreinaráðgevi í ítrótti
•    var venjari hjá føroyska unglingalandsliðinum árini 1976 – 80


Øll, sum kenna Egga, vita, at fremstu áhugamál hansara hava altíð verið innan ítrótt, ikki bert í starvsligum men eisini í privatum høpi. Hann hevur millum annað tikið lut í kappingum á hægsta stigi í fótbólti, hondbólti og flogbólti umframt í øðrum ítróttargreinum.

Egga er góður samstarvsmaður og væl lýddur bæði millum lesandi og sínar samstarvsfelagar. Hóast hann er farin tey sjeyti, so er heilsan góð, og hann er líka lættur á fótum enn sum áður. Vit ynskja Egga alt tað besta, nú hann fer úr starvi á Námsvísindadeildini.