Eik-legat til lesandi
08.06.2016
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Eik-legat til lesandi

Eik bjóðar nú føroyingum undir útbúgving stuðul til uppihald uttanlands.


Eik-legatið er eitt legat fyri ung føroysk lesandi, ið eru farin undir eina hægri bókliga útbúgving ella yrkisútbúgving.

Legatið er ætlað sum stuðul til uttanlandsuppihald í beinleiðis sambandi við útbúgvingina. Eik-legatið er uppá kr. 15.000 og verður latið upp til tveimum umsøkjarum, tvær ferðir árliga – 1. juli og 1. januar. Umsóknarfreistin er ávikavist 15. juni og 15. desember.

Freistin at søkja hesa ferð er 15. juni 2016.

Krøv til umsøkjarar

Fyri at fáa Eik-legatið, er neyðugt, at:

  • Tú ert í ferð við at taka eina hægri bókliga útbúgving ella eina yrkisútbúgving.
  • Legatið verður nýtt í sambandi við lestraruppihald uttanlands.
  • Lestraruppihaldið ikki er byrjað, tá søkt verður um stuðulin.
  • Tú ert kundi í Eik.
  • Tú greiðir frá uppihaldinum á bloggi e.l. á heimasíðuni hjá Eik Banka.

Les meira um Eik-legatið her.