08.06.2016
Skriva út

Eik-legat til ung, føroysk lesandi

Eik-legatið er eitt legat fyri ung føroysk lesandi, ið eru farin undir eina hægri bókliga útbúgving ella yrkisútbúgving. Legatið er ætlað sum stuðul til uttanlandsuppihald í beinleiðis sambandi við útbúgvingina


Eik legatið er uppá kr. 15.000 og verður latið upp til tveimum umsøkjarum, tvær ferðir árliga – 1. juli og 1. januar. Umsóknarfreistin er ávikavist 15. juni og 15. desember.

Krøv til umsøkjarar
Fyri at fáa Eik legatið, er neyðugt, at:
•Tú ert í ferð við at taka eina hægri bókliga útbúgving ella eina yrkisútbúgving.
•Legatið verður nýtt í sambandi við lestraruppihald uttanlands.
•Lestraruppihaldið ikki er byrjað, tá søkt verður um stuðulin.
•Tú ert kundi í Eik
•Tú greiðir frá uppihaldinum á bloggi e.l. á heimasíðuni hjá Eik Banka.

Les meira á heimasíðuni hjá Eik