Ein slóðbrótari er farin
Tann 23. november 2020 komu sorgarboðini um, at Jóannes Jacobsen, lektari í búskaparfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, var farin eftir drúgt stríð við herviliga sjúku bara 47 ára gamal
Søgu- og samfelagsdeildin hevur mist ein sera dugnaligan búskaparfrøðing, starvsfelagarnir hava mist ein góðan starvsfelaga, Fróðskaparsetrið hevur mist ein akademiskan undangongumann og føroyingar hava mist ein virknan búskaparfrøðing, sum við fakligum grundgevingum í almenna kjakinum stríddist fyri at sannføra føroyingar um dygdargóðan búskaparpolitikk, Føroya fólki at gagni.
Størsta missin eiga Marjun og Jóna, sum hava mist ein góðan mann og ein góðan pápa.
Í 2014 varð Jóannes settur í starv sum adjunktur í búskaparfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Í 2020 varð hann við støði í tilmæli frá altjóða metingarnevnd framfluttur í lektarastarv.
Útbúgvingina í búskaparfrøði tók hann í Århus, London og Keypmannahavn. Eitt tíðarskeið (1999-2002) var Jóannes skrivari í Búskaparráðnum, har hann vegna ráðið skrivaði tilmæli til politisku skipanina um búskaparpolitikkin í Føroyum.
Eftir hægri lestur við Universitetið í Aarhus tók Jóannes í 2003 M.Sc.-prógv í búskaparfrøði við London School of Economics and Political Science. Jóannes vardi ph.d.-heitið við Universitetið í Keypmannahavn í 2009 við ritgerðini “Longevity and Electoral Rules as Determinants of Comparative Development”. Síðani skrivaði hann fleiri aðrar frágreiðingar og fakligar greinar um búskaparlig viðurskifti. Seinasta vísindaliga greinin hjá Jóannesi, “Path dependence in Faroese fisheries (mis)management”, sum hann skrivaði, meðan hann var í starvi á Fróðskaparsetrinum, varð givin út í altjóða tíðarritinum Marine Policy í 2019.
Tá Jóannes kom á Søgu- og samfelagsdeildina í 2014, var uppgáva hansara at byggja upp búskaparfrøði sum granskingar- og útbúgvingarøki á Setrinum. Og tað gjørdi hann við áræði og nærlagni. Sum nýggjur adjunktur í búskaparfrøði gjørdist hann útbúgvingarleiðari á búskaparfrøði og fór saman við øðrum góðum fólki undir at evna til nýggja bachelorútbúgving. Í 2016 vórðu tey fyrstu lesandi tikin upp á bachelor í búskaparfrøði á Setrinum, og síðan hava lesandi verið tikin upp á útbúgvingina á nærum hvørjum ári.
Tey, sum kendu Jóannes, vita, at hetta var ein uppgáva, sum hann tók í sera stórum álvara. Eldhugaður arbeiddi hann fyri at byggja upp búskaparfrøði – bæði sum gransking og útbúgving – á Setrinum. Eisini var tað umráðandi fyri hann, at búskaparfrøði skuldi vera ein sjónligur partur av føroyska samfelagskjakinum og ikki bert ein disiplin fyri akademikarar á Setrinum.
Jóannes var ein serstakliga íðin kjakari á sosialu miðlunum, har hann við nærlagni, stórum fakligum innliti og sínum hvassa penni gav øllum, sum vildu vita, kunnleika um búskaparfrøði. Serliga var tað fiskivinnan, sum hevði hansara stóra áhuga. Ein vinna, sum hann við búskaparfrøðiligum grundgevingum helt kundi geva nógv størri búskaparligt íkast til tað føroyska samfelagið, um hon í størri mun varð skipað við støði í marknaðartreytum. Tey flestu, sum komu sær upp í kjak við Jóannes um føroysku fiskivinnuna, mundu viðganga, at her var talan um ein virkisfúsan búskaparfrøðing, sum kjakaðist á hollari fakligari grund. Ein búskaparfrøðingur, sum eisini hevði dirvi til at seta seg uppí móti sterkum vinnuligum og búskaparligum áhugamálum í føroyska samfelagnum. Jóannes tók sum fáur uppgávuna at miðla og gera granskingina viðkomandi fyri sína samtíð í serliga stórum álvara.
Í einum av sínum seinastu dagføringum á Facebook – bert fáar dagar áðrenn hann doyði - skeyt Jóannes kanska eitt sindur speiskliga upp, at ein ávísur politikari, sum peikaði á, hvussu nógvar inntøkur føroyska samfelagið misti, nú uppboðssølan varð avtikin, átti at verið tilnevndur árligu miðlaheiðurslønina hjá Granskingarráðnum. Jóannes var sjálvur við sínum ótroyttiliga stríði fyri at sannføra føroyingar um tað skilagóða í at góðtaka búskaparfrøðiligar meginreglur eitt upplagt evni til henda heiður. Øll vóru ikki samd við Jóannesi, treyðugt so, men uttan mun til sjónarmið, so var trupult at taka støðu, uttan at fyrihalda seg til hansara grundgevingar.
Sín eldhug fyri búskaparfrøði, sum hann meira enn nakar hevur verið við til at bygt upp á Setrinum, varðveitti Jóannes eisini eftir, at hann gjørdist álvarsliga sjúkur. Á Søgu- og samfelagsdeildini vistu vit, at herviliga sjúkan tók orkuna frá honum, men hann hevði so stóran áhuga og eldhuga fyri búskaparfrøði á Setrinum, sum eg haldi, hann metti vera sítt lívsverk, at hann vildi røkja sítt arbeiði so leingi, sum tað yvirhøvur bar til.
Tað lá ikki honum til at geva upp. Jóannes tók sær sjálvur av síni undirvísing til stutt eftir heystfrítíðina, tá hann varð innlagdur.
Saknurin er stórur, nú Jóannes Jacobsen, slóðbrótarin í búskaparfrøði á Setrinum, ikki longur er millum okkum. Tað verður ikki lætt at lyfta fakliga arvin eftir Jóannes, men vit á Setrinum kenna tað sum okkara skyldu at bera hansara lívsverk víðari.
Okkara tankar eru hjá tykkum, Marjuni og Jónu, sum hava mist meira, enn orð kunnu lýsa.
Vit lýsa frið yvir minnið um Jóannes Jacobsen.
Hans Andrias
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...