15.01.2013
Námsvísindadeildin
Skriva út

Einar farin

Mánadagin 14. januar andaðist Einar Skála, fyrrverandi skúlatænari á Námsvísindadeildini (Føroya Læraraskúla), sekstiátta ára gamal.


Einar lærdi sum ungur til maskinsmið á Tórshavnar Skipasmiðju og starvaðist har í nøkur ár. Hann varð settur í starv sum skúlatænari á Føroya Læraraskúla 1. februar í 1979 og røkti hetta starv, til hann fór frá vegna sjúku 1. mai í 2012. Hann hevði tá starvast sum skúlatænari í stívliga 33 ár.


Einar røkti sitt starv til lítar, var góður í ávikum og sera góður samstarvsmaður. Vit, sum hava okkara dagligu gongd á Frælsinum 20, fara at sakna  jaliga, blíða og skemtingarsama skilamannin Einar Skála.