Eingin realur vøkstur í búskapinum
Lønargjaldingarnar í føstum prísum hava mestsum staðið í stað síðan 2004. Hetta er ein avbjóðing, tá tað snýr seg um at fáa tak á landskassahallinum og fólkafráflytingini.
Harumframt verður ein stórur og vaksandi partur av lønarinntøkuni útgoldin umvegis útlendskar skattaskipanir.
Búskaparráðið leggur í hesi frágreiðing dent á, at:
- stórt sæð eingin realur vøkstur er í búskapinum
- landskassin hevur støðugt hall
- alifiskur gerst alt størri partur av samlaða útflutninginum
- øktar privatar íløgur og møgulig avtala um uppisjóvarfisk kunnu økja búskaparvøksturin í 2014
Lágur búskaparvøkstur hevur verið seinastu árini. Stór hall hava eisini verið á roknskapinum fyri almenna geiran, serliga í 2010. Hesi hall stava í høvuðsheitum frá landskassahallum. Hallið hjá øllum almenna geiranum var í 2012 umleið 240 mió. kr. Mett verður at hallið fyri 2013 var umleið 400 mió. kr., sum mestsum alt stavaði frá landskassahalli. Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 verður roknað við einum RLÚ-halli hjá landskassanum upp á umleið 223 mió. kr. í 2014.
Lønargjaldingarnar í føstum prísum hava mestsum staðið í stað síðan 2004. Løntakaratalið innan almenna fyrisiting o.l. minkaði frá november 2012 til november 2013. Sama tíðarskeið vaks løntakaratalið innan byggivirksemi. Stórur vøkstur hevur verið í teimum lønargjaldingum, sum fastbúgvandi føroyingar vinna í útlondum, og her missa almennu føroysku kassarnir skattainntøkur. Talið av fulltíðararbeiðsleysum er fallið við útvið 300 frá november 2012 til november 2013.
Innflutningurin uttan skip og flogfør vaks við 1,6 prosentum frá 2012 til 2013. Tølini fyri innflutning til beinleiðis húsarhaldsnýtslu eru vaksin, meðan stórvegis vøkstur ikki var í almennu nýtsluni. Innflutningurin til byggivirksemi er vaksin við 19 prosentum frá 2012 til 2013. Hetta bendir á vøkstur í bruttoíløgunum frá 2012 til 2013. Í 2014 er nógv íløguvirksemi sett ígongd, og væntandi verða bruttoíløgurnar í 2014 nakað væl størri enn í 2013.
Útflutningsvirðið frá 2012 til 2013 vaks við 15 prosentum, tá skip og flogfør ikki eru tald við. Útflutningsvirðið av laksi er vaksið við einum triðingi, meðan útflutningsvirðið av makreli er minkað. Útlitini fyri alivinnuna eru framhaldandi góð, meðan útlitini fyri botnfiskaveiðuna ikki eru nógv betri enn fyri 2013. Fæst ein avtala um uppisjóvarfiskin, eru útlit til hægri útflutningsvirði innan uppisjóvarvinnuna, hóast somu veiðunøgdir. Hetta merkir ikki neyðturviliga økt virksemi ella fleiri løntakarar.
Samanumtikið eru metingarnar um búskaparvøksturin í ársins prísum í 2014 nøkurlunda óbroyttar í mun til frágreiðing búskaparráðsins í september 2013, burtursæð frá at vøksturin fyri 2014 er mettur eitt vet hægri, umleið 4% í leypandi prísum. Vøksturin stavar mest frá vøkstri í privatum íløgum og øktum útflutningsvirði. Tann økti vøksturin er m.a. treytaður av at ein avtala fæst um uppisjóvarfiskin.
Búskaparfrágreiðingin er at finna her
Um nakar ynskir at fáa viðmerkingar til várfrágreiðingina 2014, kann viðkomandi venda sær til Sverra Hansen, formann, á tlf. 28 41 32
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...