02.04.2013
Námsvísindadeildin
Skriva út

Einstaklingurin og felagsskapurin – felagskapurin og einstaklingurin.

Hetta var heitið á ráðstevnu um pedagogikk í høllini á Námsvísindadeildini dagarnar 21. og 22. mars. Fyriskipari var Pauli Nielsen, fyrrverandi rektari á Føroya læraraskúla.


Høvuðsfyrilesararnir vóru báðir úr Svøríki, ein kvinna og ein maður. Tey vóru:

Ann Åberg, pedagogista, sum hevur skrivað bókina Lurtandi pedagogikk, sum kom út á føroyskum fyri tveimum árum síðani, og sum nú er pedagogiskur ráðgevi hjá Bromma kommunu, sum gevur íblástur við egnum dømum um menningararbeiði við støði í pedagogiskari dokumentatión.

Leif Strandberg, skúlasálarfrøðingur. Hann hevur skipað fyri menningararbeiðum í skúlum og barnagørðum bæði í Svøríki og aðrastaðni. Hann hevur granskað kenda russiska sálarfrøðingin, Vygotskij, og er ein hin gitnasti norðurlendski serfrøðingurin í teimum hugsanum, sum Vygotskij gjørdi sær um pedagogiskt arbeiði. Leif Strandberg hevur skrivað bókina, Vygotskij í verki, sum er umsett til føroyskt í sambandi við ráðstevnuna. Pauli Nielsen hevur umsett bókina og forlagið Ítriv hevur givið hana út.

Luttakarar á ráðstevnuni vóru pedagogar í vinnu, og lesandi og lærarar á Námsvísindadeildini.