Eitt stig skeiva vegin
Nú tað frættist, at Setrið komandi tíðina noyðist at minka um virksemið heldur enn at halda fram við tí vøkstri, sum hevur verið, kann ikki sigast annað enn, at tað verður eitt stig skeiva vegin fyri okkum sum lesandi í Føroyum.
Seinastu árini er nógv orka løgd í at økja um virksemið hjá Setrinum og ikki minst at betra okkara umstøður sum lesandi á hægri lesnað. Vit hava fingið hægri stuðul, Finsen letur upp í næstum, og eitt lestrarumhvørvi er spakuliga við at taka skap. Sjálvt um tað enn eru fleiri ting, vit kunnu gera enn betri, er onki at ivast í, at okkara umstøður eru betraðar seinastu árini. Hendan gongdin sær nú út til at fáa eitt skot fyri bógvin.
Hesi seinastu árini hevur vøksturin á Setrinum verið stórur og fíggjarkarmurin sera strammur. Hóast leiðsla og starvsfólk hava gjørt tað, tey megna fyri, at vit sum lesandi skulu merkja minst møguligt til stramma fíggjarkarmin, so síggja vit sum lesandi sjálvandi, hvussu okkara undirvísarar stríðast fyri at fáa tíð til bæði undirvísing og gransking. Vit síggja, hvussu hvørt hølishorn verður brúkt til undirvísing, skrivstovur og bólkarúm. Vit síggja, hvussu hvør króna verður vend, og raðfestingar gjørdar, eisini tá tær merkja eina verri tænastu til okkum sum lesandi.
Tað er út frá hesum veruleikanum, at tað nú fer at mangla enn meira í játtanini hjá Setrinum, og Setrið fer at hava trupult við bara at halda stand við tí økta virkseminum. Meðan tey flestu kunnu verða samd um, at fíggjarligt skynsemi er gott, so er tann peningurin, sum er nýttur til bæði at lata Setrið vaksa og at betra um okkara umstøður sum lesandi, burturspiltur, um Setrið ikki fær veitt okkum undirvísing og verið ein granskingarstovnur.
Endamálið við at økja um Setrið og at betra okkara lestrarumstøður var at geva okkara ungu møguleika at taka ta útbúgving, tey ynsktu sær í egnum landi. Ein møguleika, sum eldru ættarliðini ikki hava verið so heppin at fingið. Sjálvandi við tí ynski, at tey eisini verða verandi her og broyta okkara aldursmynd. Eina aldursmynd har vit verða fleiri eldri og færri ung á arbeiðsmarknaðinum, fleiri pensjonistar og færri til at gjalda skatt til samfelagið. Setrið og okkara umstøður sum lesandi snúgva seg tí ikki bara um at geva einum bólki í samfelagnum góðar sømdir, tað er eisini ein íløga í okkara samfelag og okkara framtíð.
Vónandi síggja tit, sum ráða fyri, at hendan íløgan er bæði gagnlig og neyðug.
Vegna tey lesandi
Turið Christophersen, forkvinna í Ráði Teirra Lesandi
Silja Aldudóttir, stýrisumboð fyri tey lesandi
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...