Eivind Weyhe heiðraður við virðisløn
Á samkomu í Müllers Pakkhúsi í gjár 20. september varð Eivind Weyhe, granskari, heiðraður við Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
Nevndin segði soleiðis um heiðurin:
“Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir verður latin Eivindi Weyhe. Bøkurnar, sum hann hevur lagt úr hondum, eru framúr úrslit av nærlagdari gransking og tilfar til víðari gransking. Í bókini Hentzasavn hevur Eivind á filologiskan hátt greitt til prentingar fyrstu kvæðini, sum Jóhannes í Króki skrivaði upp í 1819. Sama arbeiðslag eyðkennir Í miðjum grasgarði við kvæðum úr Suðuroy. Í heildarverkinum Eivindaródn eru mál- og navnafrøðiligar greinir og aðrar greinir eftir Eivind um kvæði savnaðar. Hesar tríggjar útgávur eru úrslit av tí málvísindaliga arbeiðslag, ið eyðkennir alt, ið Eivind hevur avrikað til fragd og lærdóm hjá okkum lesarum.”
Bøkurnar
Eivindaródn – greinar 1979-2011 kom út í 2012. Bókin er eitt víðfevnt og djúptøkið íkast til kunnleika og orðaskifti um føroyskt mál og mentan. Savnið er býtt upp í 4 partar: Navnafrøði – við 25 greinum, Málføri– við 6 greinum, Málfrøði– við 5 greinum og Kvæði – tættir – sangir – við 10 greinum. Aftast er ritskrá við útgávum Eivinds í tíðarrøð. Flestu greinarnar hava verið á prenti fyrr, í ymsum tíðarritum, ráðstevnubókum og líknandi. Seks greinar hava ikki verið á prenti áður, her er talan um fyrilestrar, sum hava verið hildnir í útvarpinum.
Hentzasavn - Kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819 kom út í 2011. Árini 1968 og 1982 kom Sandoyarbók I-II út í stavrættari útgávu, samskipaðari av Rikardi Long og við ljóðsøguligum inngangi eftir Mikjel Sørlie. Harvið fingu mál- og kvæðaáhugaði atgongd til eitt av høvuðsverkunum í føroyskari kvæðasavning. Sandoyarbók, sum Jóannes í Króki fór undir í 1821 og fullførdi 10 ár seinni, er uttan iva høvuðsavrikið hjá Jóannesi í Króki. Men frammanundan hevði hann skrivað eina aðra kvæðabók, sum millum fakfólk hevur verið nevnd “Hentzes savn” (á donskum “Hentzes samling”), og sum Eivind Weyhe hevur valt at kalla Hentzasavn. Tað er hetta handritið sum nú er útgivið í stavrættari útgávu og við inngangi um savningarsøgu, innihald og málform.
Jóannes í Króki var ein av undangongumonnunum innan føroyska kvæðasavning. Áðrenn hann fór til verka, funnust bara kvæðauppskriftirnar hjá Svabo, og tær gav Christian Matras út í 1939 í stavrættari útgávu. Samstundis sum Jóannes skrivaði Hentzasavn, gjørdi J. H. Schrøter sínar uppskriftir av Sjúrðarkvæðunum, og tær gav Christian Matras út í 1951. So nú man tíðin vera komin til at fáa tær elstu uppskriftirnar hjá Jóannesi út í vísindaligari útgávu.
Tað er kongliga bókasavnið í Keypmannahavn, sum eigur kvæðahandritið, men saman við Sandoyarbók varð tað í 1994 latið Føroya Landsbókasavni í varðveitslu. Tí hevur ligið væl fyri at gera eina so neyva avskrift av handritinum, sum til ber. Útgávan endurgevur stavsetingina, sum hon er í handritinum, og avspeglar harvið málformin hjá skrivaranum og heimildarfólkum hansara. Tílík útgáva hevur týdning fyri føroyska málgransking, t.d. fyri dialekt- og málsøgugransking, umframt fyri gransking av føroyskum kvæðamáli sum heild. Í innganginum verður greitt frá Jóannesi í Króki og hvussu hann kom í samband við kvæðainnsavningina. Nakað verður sagt um innihaldið í savninum og frá teimum einstøku kvæðunum. Størsti denturin verður lagdur á at lýsa málformin, so sum hann kemur til sjóndar í handritinum, t.d. munin millum eldri og yngri mál og millum bygdamálið í handritinum og onnur bygdamál.
Í miðjum grasgarði kom út i 2003. Í bókini eru prentaðar fimm ritgerðir, sum viðgera fimm ymiskar kvæðauppskriftir, sum hava tað saman, at tær eru gjørdar í Suðuroynni. Í tíð fevna uppskriftirnar um eina øld, tíðarskeiðið frá umleið 1800 til umleið 1900. Kvæðatekstirnir vera prentaðir stavrætt eftir handritinum, og teir verða viðgjørdir málsliga og fyri ein part eisini innihaldsliga. Serligur dentur er lagdur á at viðgera bygdamálseyðkennir, men eisini sumt av tí, ið sermerkir kvæðamálið, er umrøtt, og innihaldsliga vera kvæðatekstirnir setti í samband við skyldar tekstir í Føroyum og uttanlands.
Allar tríggjar bøkurnar eru givnar úr av Fróðskapi (áður Fróðskaparfelagnum). Bøkurnar fáast til keyps í bókabúðunum.
Birgir Kruse hevur tikið myndina av Eivindi Weyhe á samkomuni í Müllers Pakkhúsi.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...