Jógvan í Lon Jacobsen
17.10.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Eldri yngri enn gamal

Tá ið vit læra stigbending í føroyskum, læra vit m.a., at gamal stigbendist: gamal – eldri – elstur. Men í dagligari talu, er ein eldri maður yngri enn ein gamal maður. Skulu vit so broyta stigbendingina til: Eldri – gamal – elstur?


Hetta , sum her stendur, er bara tankastroyggj. Tá ið vit læra stigbending í føroyskum, læra vit m.a., at gamal stigbendist: gamal – eldri – elstur. Men í dagligari talu, er ein eldri maður yngri enn ein gamal maður. Skulu vit so broyta stigbendingina til: Eldri – gamal – elstur? Tað verður neyvan gjørt, tí tað er ólogiskt, vil onkur halda. So hóast ein eldri maður er yngri enn ein gamal maður, so stigbenda vit framvegis gamal við eldri sum miðstigi. Og tað er helst rætt, tí í beinleiðis samanberingum er eldri miðstig av gamal.

Her síggja vit tann mun, sum ofta er millum málskipanina og málnýtsluna, á fakmáli nevnt competance og performance. Málskipanin sipar til málreglurnar, meðan performance eru málsligar framsetingar. Í málskipanini (competance) hevur ein, sum er eldri, fleiri ár á baki enn ein annar, meðan í málnýtsluni (performance) er ein, sum er eldri, yngri enn ein, sum er gamal.

Tá ið vit tosa við fólk, royna vit altíð at vera fólkalig, vit royna ikki at særa onnur o.s.fr. Í dag vilja øll liva leingi, men eingin vil vera gamal. Hvat merkir tað í veruleikanum? Tá ið vit tosa um fólk, sum ikki longur eru ung, eru vit ofta í villareiði, tí vit vita ikki, hvussu vit skulu tala um hesi fólkini, sum kanska eru farin um 70 ár. Hvat eru tey? Eru tey gomul, ella eru tey eldri, ella eru tey bara? Í tí elektroniska orðasavninum á Føroyamálsdeildini fann eg hetta dømið: “Tað skal vera gott at vera barn, ungur, eldri og gamal”. Í hesum setninginum er eingin ivi um, at ein, sum er eldri, er yngri enn ein, sum er gamal.
Orðið gamal er eitt lutfalsligt hugtak. Tá ið eg t.d. spyrji ein smádrong: “Hvussu gamal ert tú”? So veit eg væl, at hann er ikki gamal (í merkingini við nógvum árum á baki), men kortini spyrji eg, hvussu gamal ert tú? Vit kunnu siga t.d., at eitt skip er 100 metrar langt, men vit kunnu eisini siga, at ein jolla er hálvanannan metur long. Tað kunnu vit, tí at orð sum gamal, langur o.s.fr. eru ómarkað, og tað merkir at gamal eisini kann merkja “ungur”, og langur eisini kann merkja “stuttur”. Tá ið heilsusystirin skal viga ein nýføðing, spyr mamman spent, hvussu nógv hann vigar og ikki, hvussu lítið hann vigar, og mamman spyr eisini, hvussu langur hann er og ikki, hvussu stuttur hann er.

At gomul verða umtalað sum eldri er dømi um eina sonevnda eufemismu, t.e. umskrivingar av ymsum slag, sum eru neutralari og tí virka minni særandi. Hugsjónin aftan fyri slíkan hugburð og
málburð er, at vit eiga ikki at brúka málið til at niðra onnur fólk við. Og tá ið summi hava ta kensluna, at tey verða niðrað, um tey verða umtalað sum gomul, so má tað orðið skiftast út við okkurt annað orð.
Men tá ið nú summi kortini eru gomul, so er tað politiskt skeivt at tala um hesi fólkini sum gomul. Tey verða tí umtalað við øðrum minni negativum orðum. Og eitt av hesum minni negativu orðunum er eldri.
Hetta við tí politiskt rætta málinum kom fram í USA. Hugsjónin var, at pláss skuldi vera fyri øllum, uttan at nakar skuldi verða happaður fyri nakað sum helst: húðarlit, átrúnað, aldur, útsjónd, andligan og kropsligan førleika o.s.fr. Hugsjónin var, at málið skuldi vera kliniskt reint. At hetta er ein utopisk hugsjón er so ein annar spurningur, sum vit ikki skulu gera meira við her. Eg hugsi tað er hesin tankin, sum vit síggja aftur í føroyskum, tá ið vit skifta gamal út við eldri, og tá ið vit ikki vilja tosa um tjúkk fólk, men heldur umtala tey sum stór, tí tað er særandi at umtala fólk sum tjúkk.

Political correctness var ein rørsla, ið byrjaði í USA miðskeiðis í 1980-árunum. Endamálið við hesi rørslu var ein roynd at stríðast ímóti mannamuni framdum við málsligum miðlum. Tú mátti ikki siga nekari, men heldur siga svartur ella afroamerikanari. Tú kundi ikki siga innflytarabørn men heldur tvímálslig børn og í staðin fyri at siga brekaður mátti tú siga menningartarnaður o.s.fr. o.s.fr.
Tann danski serfrøðingurin í samskifti, Klaus Kjøller, hevur eina áhugaverda kronikk í Berlingske Tidende 18. desember 2006 undir yvirskriftini ”Voldens tv-charme”. Hann sigur m.a. soleiðis:

“Ifølge tankegangen bag politisk korrekthed så er ’terrorist’ ikke en politisk korrekt betegnelse. Der er jo tale om et helt desperat medlem af en undertrykt minoritet. Derfor er ’frihedskæmper’ eller til nød ’militant aktivist’ den politisk korrekte betegnelse. På samme måde er det heller ikke politisk korrekt at kalde de aktionerende beboere af Ungdomshuset for ’bøller’ som laver ’gadeoptøjer’. Det er jo systemets og overmagtens nedgørende betegnelser over for en minoritet. Det er diskrimination ifølge den politiske korrekthed. Det politisk korrekte sprog og dets idyllisering fortrænger voldens og magtens rå realiteter. Under beskyttelse af politisk korrekthed kan en minoritet derfor nå meget langt ved brug af vold”.

Nú venda vit aftur til eldri brúkt um gamal. Talan er um eina eufemsimu, eina fríðkandi umskriving. Eftir hesi hugsan eru tey gomlu ein minniluti, sum ikki eigur at verða happaður
gjøgnum málið fyri tað, um tey hava livað longri enn tey flestu. Hvat neiligt er í tí? Reyðhærd fólk eru ein minniluti. Er tað so særandi at brúka orðið reyðhærdur um hesi fólkini? Tey sjúku eru eisini ein minniluti. Skulu vit so broyta tað heitið til okkurt annað? Kanska heilsuverksbrúkari? Eg haldi, at tíðin er komin til at endurskoða hesar hugsanirnar.