04.01.2012
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Elisabeth Hall

Sum partur av fakligu menningini av undirvísarunum á skúlanum verður arbeitt við hugmyndasøguni hjá sjúkrarøktini, ástøði og háttalagi. Skeiðið byrjaði novembur 2011, endar februar 2012 og er skipað í tveimum pørtum.


Menningarskeið.

Sum partur av fakligu menningini av undirvísarunum á skúlanum verður arbeitt við hugmyndasøguni hjá sjúkrarøktini, ástøði  og háttalagi. Skeiðið byrjaði novembur 2011, endar februar 2012 og er skipað í tveimum pørtum. Uppgáva verður skrivað ímillum báðar partar. Møguleiki er at velja ímillum:

- Eina bókmentagjøgnumgongd

- Eina skipaða greining av einum ástøði ella háttalagi

- Eina samanseting  av einum parti av einari verkætlan

Endamálið er at menna førleikan í at seta nýggja vitan fram  innan sjúkrarøkt og venjing í at brúka førleikan til egið verkevni.

Innihaldið í skeiðinum gevur innlit í hugmyndasøguna hjá sjúkrarøktini seinastu 100 árini, gevur  yvirlit yvir tulkingarlæru og fyribrigdarfrøði sum heimspeki og háttaløg við dømum frá gransking hjá Elisabeth Hall sjálvari. Harafturat verða háttaløgini metasyntesa, skipað og integrerað review og sekunder greining lýst við dømum frá gransking.

Skeiðið gevur 5 ECTS námsstig.

Undirvísari er professari emerita, dr.med. Elisabeth Hall, phd, cand. cur, Deildin fyri Sjúkrarøktarvísindi, Stovnurin fyri Fólkaheilsu, Aarhus Universitet.