Elisabeth Hall tilnevnd sum heiðurslimur í NCCS
22.04.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Elisabeth Hall tilnevnd sum heiðurslimur í NCCS

Á NCCS (Nordic College of Caring Science) ráðstevnu og 35 ára hátíðarhaldi 18. til 20. mars 2015 var Elisabeth Hall professari emerita, deildin fyri sjúkrarøkt Aarhus universitet og adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya Sjúkrarøktarfrøðideildin, tilnevnd sum heiðurslimur í NCCS.


Hendan heiðurin fekk hon sum tøkk fyri hennara arbeiði gjøgnum nógv ár innan gransking í sjúkrarøkt og fyri hennara stuðul til umsorganarhugsanina. Tiltakið var hildin á Diakonissestiftelsen í Keypmannahavn.

NCCS var stovnað í Bergen 1980 av fyrsta professaranum í sjúkrarøkt Ulla Qvarnström, sum eisini gjørdist fyrsti leiðarin. Endamálið er at styrkja menningina av sjúkrarøktarvísindi, sum grundalag undir umsorgan. Uppgávan er at menna, stuðla og breiða nýggja vísindaliga vitan út nationalt og internationalt. NCCS strembar eftir at umboða áhugan hjá øllum norðurlendsku umsorganargranskarunum.

Týdningarmestu uppgávurnar hjá NCCS er at skipa fyri vísindaligum ráðstevnum, at geva eitt vísindaligt tíðarrit út, Scandinavian Journal of Caring Sciences og at senda eitt kunningarskriv til limirnar um virksemið hjá felagnum.

Elisabeth Hall hevur verið virkin í NCCS bæði sum limur í stýrinum fyri tíðarritinum og NCCS. Hon var forkvinna fyri NCCS 2006 – 2008 og hon hevur skipað fyri fleiri NCCS ráðstevnum í Danmark.
Elisabeth Hall sær seg sjálva sum næming hjá stóru umsorganarhugsarunum, Katie Eriksson úr Finlandi, Kari Martinsen úr Noregi, Merry Scheel úr Danmark og Jean Watson úr Ameriku, sum hon læs hjá í 6 mánaðir í 1990unum. Elisabeth Hall er enn virkin granskari, hennara granskingarøki er familjan í heilsu og sjúku og granskingin er eyðkend av, at hon livir upp til endamálið í NCCS um umsorgan sum siðfrøðilig hugsjón í sjúkrarøktini.

Áhugaði kunnu lesa meira um NCCS og heiðurslimaskapin á heimasíðuni hjá felagnum.