Fróðskapur
01.10.2007
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Endurreisn kvæðana - Sólfinn Hansen

Fyrsta bókin á nýggja forlagnum er ”Endurreisn kvæðanna – um støðufesti kvæðanna í føroyskum skaldskapi”, ið Sólfinn Hansen hevur skrivað. Tórshavn 2005, 136 síður. Kr. 140.00 - ISBN: 99918-65-00-4.


Fyrsta bókin á nýggja forlagnum er ”Endurreisn kvæðanna – um støðufesti kvæðanna í føroyskum skaldskapi”, ið Sólfinn Hansen hevur skrivað.

Seinnu árini er áhugin fyri føroysku kvæðunum øktur í stórum. Nýggjar útgávur av kvæðunum síggja dagsins ljós, og ískoyti verða gjørd til tær eldru útgávurnar. Kvæði eru at hoyra í nýggjum hami við nýggjum løgum og framførd á nýggjar hættir, umframt at áhugin fyri siðvandu kvæðaframførslunum aftur er í øking, ikki minst innan skúlagátt. 

Kvæðini og teirra aðalframførsla, føroyski dansurin, eru nakað sermerkt fyri føroyska mentan. Í grannalondunum eru kvæðini mest av øllum at meta sum ein fornleivd, ið verður tikin fram av søguligum áhuga. Hvussu ber tað til, at kvæðini ikki fingu somu lagnu sum aðrastaðni, og í hvønn mun standa kvæðini í samband við føroyskan samleika og tjóðskap, eru spurningar, ið hendan bók roynir at svara.

Bókin kann býtast í tveir høvuðspartar. Søguliga baksýnið og kvæðanna innaru eyðkenni seta fram eitt ástøði um, hvussu kvæðini komu higar til lands, og hvussu skaldskaparformurin er uppbygdur. Kvæðanna ytru eyðkenni og mótstøða mótvegis kvæðunum tæna at seta kvæðini í eitt størri mentanarligt høpi og at lýsa hvussu kvæðini hava hórað undan, hóast kapping við onnur skaldskaparsløg og beinleiðis mótstøðu. Bókin er upprunalig høvuðsritgerð til cand.phil.-prógv á Føroyamálsdeildini. 

Sólfinn Hansen er 2003 útbúgvin cand. mag. í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum sum høvuðsgrein og søguvísindum sum hjágrein, og bachelor í stjórnmálafrøði. Í løtuni starvast hann sum Ph.D.-stipendiatur í skaldskaparvísind á Føroyamálsdeildini við verkætlan um føroyska kvæðamentan. 

Bókin er áhugaverd at lesa og nágreinilig í sínum viðgerðum og endurgávum av søguligum niðurstøðum. Høvundurin ger eftir hvønn partin eina dygga samanfatan.Greitt og nýorðandi verða niðurstøðurnar tiknar ígjøgnum. Ein framúr problematisering av, hvussu tað ber til, at kvæðini ikki vilja seta seg á aftasta bonk í føroyskari mentan. ( - úr metingini av ritgerðini) 

Bókin fæst til keyps í bókabúðunum og kostar kr. 140.