Eyðfinn Magnussen, Náttúruvísindadeildin
20.12.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Enn ein bachelorur frá Náttúruvísindadeildini

Týsdagin 14 desember legði Jógvan Fróði G. Hansen fram sína bachelor ritgerð á Náttúruvísindadeildini. Ritgerðin hevur heitið “Chaetopterus sp. (Polychaeta: Chaetopteridae) from the Faroe Islands, compared to species likely to inhabit the area”, og er ein djórafrøðilig lýsing av einum bustmaðkaslagi, sum livir við Føroyar.


Bustmaðkarnir liva í mórubotni, har teir byggja sær rør, sum teir liva í. Bustmaðkarnir liva av smáum bitlum, sum teir taka úr sjónum. Hetta verður gjørt á tann hátt, at maðkarnir spinna eitt slímnet inni í rørinum. Sjógvur verður so pumpaður gjøgnum rørið og slímnetið sílar bitlarnar úr sjónum, sum síðani verða etnir av bustmaðkinum.

Ivi um slagið

Innan vísindina er ivi um, hvat slag av bustmaðki talan er um: Er talan um eitt av teimum sløgunum, sum longu eru kendu, ella er her talan um eitt heilt nýtt slag av bustmaðkum, sum eru ókendir fyri vísindini. Við neyvum mátingum, myndum og tekningum hevur Jógvan Fróði lýst hetta dýrið og skrivað um tað. Í niðurstøðuni sigur Jógvan Fróði, at  “....Hóast Chaetopterus sp. og Chaetopterus valencinii líkjast á fleiri økjum, so ber kortini ikki til at siga við vissu, um hetta er eitt og sama slagi”