Skriva út
Enn ein bachelorur í lívfrøði
Ari Jespersen kann nú kalla seg bachelor í lívfrøði, eftir at hann mikudagin 8. oktober var til sína seinastu próvtøku á Setrinum.
Próvtøkan var ein framløga av bachelorverkætlanini, sum ber heitið:
“Steps towards next generation sequencing of Haemoglobin”
Í uppgávuni hevur Ari Jespersen kannað genini, sum stýra hemoglobin, ið er eitt protein, sum flytur oxygen runt í blóðinum.
Í uppgávuni hevur Ari roynt at kanna nakrar metodur, sum verða nýttar á Fráðskaparsetrinum, nú farið er undir at gera genetiskar kanningar at toskinum á føroyska landgrunninum og á Føroyabanka.
Les uppgávuna her (pdf-fíla; 1,2 MB).
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...