Knud Simonsen
13.02.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Enn ein BSc-ari frá NVD blivin PhD-ari

Mikudagin 11. februar vardi Karin Margretha H. Larsen PhD-ritgerð sína við Universitetið í Bergen. Heitið á ritgerðini er 'Circulation and exchange of water masses on the Faroe Shelf and the impact on the Shelf ecosystem'.


Karin  Margretha Húsgarð Larsen tók Bsc-prógv sum elektroverkfrøðingur frá Náttúruvísindadeildini í 1994, og hevur síðani starvast á Fiskirannsóknarstovuni. Í 2003 tók hon Cand. Scient útbúgving í havfrøði við Geofysisk Institutt,  og árið eftir byrjani hon uppá PhD-verkætlanina, sum hon vardi mikudagin.

Vegleiðara hava verið  Bogi Hansen, deildarleiðari á Fiskirannsóknarstovuni og professari í havfrøði  á Náttúruvísindadeildini, og Harald Svendsen, professari í havfrøði á Geofysisk Institutt á Universitetinum í Bergen.


Í arbeiði sínum hevur Karin Margretha greinað spakuliga rákið á føroyska landgrunninum, sum melur við klokkuna runt oyggjarnar. Hetta rákið ger, at sjógvurin inni á Landgrunninum er partvíst isoleraður frá sjónum uttanfyri, og hevur hetta avgerandi ávirkan á vistskipanina inni á Landgrunninum.


Orsakað av harða sjóvarfalsrákinum er sjógvurin inni á Landgrunninum væl blandaður, og hann er kaldari enn sjógvurin uttanfyri. Hesin hitamunurin kemst av, at um veturin er eitt stórt hitatap frá sjónum til luftina. Markið ímillum sjógvin á Landgrunninum og sjógvin uttanfyri er sermerkt við einum hitafronti. Hesin hitafronturin er mest týðiligur um várið.


Í ritgerðini lýsir Karin Margretha hvat tað er, sum elvir til, at hitafronturin oftani flytur seg og broytir styrki. Hetta verður sett í samband við sjógvútskiftingina, ið er ígjøgnum hitafrontin, og sum er avgerandi fyri primerframleiðsluna á Landgrunninum.


Arbeiðið byggir á eitt stórt taltilfar, sum er útvega við mátingum frá havrannsóknarskipinum ”Magnus Heinasson” ígjøgnum nógv ár, umframt tøl frá fortoyaðum streym- og hitamátarum og frá teldusimuleringum. Við støði í stóra taltilfarinum, hevur Karin Margretha gjørt metingar av, hvussu stóra sjógvnøgd talan er um, ið verður flutt ímillum Landgrunnin og sjógvin uttanfyri. Eisini hevur hon kannað ymsar møguligar prosessir, sum kunnu elva til útskifting av sjónum á Landgrunninum.


Náttúruvísindadeildin ynskir Karin Margretu hjartaliga tillukku við PhD-heitinum, og Fiskirannsóknarstovuni tillukku við enn einum granskara á hægsta akademiska stigi.