Náttúruvísidadeildin, KS
12.10.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Enn ein PhD-verkætlan innan aling á sjónum

”Vatngóðska innan aling á sjónum” er heitið á nýggjari PhD-verkætlan, sum verður framd í samstarvi millum Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, Fiskaaling, SINTEF Fiskeri og Havbrug í Noregi og alivinnuna í Føroyum.


Aliútgerðin, serliga nótirnar, og fiskurin í nótunum ávirka rákið í og kring nótirnar, sum verða brúktar í alibrúkum sjónum. Um illa vil til, so kann hetta verða viðvirkandi orsøk til vánaligan trivna hjá fiskinum, sum sæst aftur sum slakari vøkstur og verri sjúkumótstøðuføri. Málið við hesari PhD-verkætlanini er at fáa neyvan kunnleika um, hvussu útgerð og fiskur ávirka aliumhvørvi í nótunum í einum alibrúki á sjónum á bæði vardum økjum inni á firðunum og á meiri harðførum økjum longri úti.

Grundarlagið ment við oljupengum

Henda nýggja verkætlanin er eitt framhald av PhD-verkætlanini hjá Øystein Patursson, sum var eitt samstarv millum Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum og University of New Hampshire í USA og varð fíggjað av Statoil-samtakinum. Øystein starvast nú sum granskari á Fiskaaling, og hevur høvuðsábyrgdina av nýggju PhD-verkætlanini.

Øystein menti eitt model til at simulera rákið í og kring eina alinót í sínum PhD-arbeiði. Fyri at eftirkanna og menna modellið, gjørdi hann mátingar á vinnuligar alinótir og á minni nótir í royndarbrunnum. Í nýggju PhD-verkætlanini verður arbeitt víðari við hesum modellinum til at fevna um eitt heilt alibrúk við fleiri nótum, umframt at kanna ávirkanina frá fiskinum á rákið og súrevnisnøgdina í sjónum. Úrslitini frá verkætlanini vera týdningarmikil fyri framtíðar aling bæði á vardum økjum og á meiri harðførum økjum.

Sjógóðska á vardum økjum

Á vardum økjum við lítlum ráki kann útskiftingin av sjógvi í nótunum vera í minna lagi, serliga í alibrúkum við nógvum ringum. Mátingar bæði í útlandinum og nú eisini í Føroyum vísa, at súrevnisinnihaldið í sjónum í slíkum førum vanliga minkar. Hetta hevur við sær, at trivnaðurin hjá fiskinum versnar. Um hetta hendir ov ofta, so elvir hetta til strongd, vánaligan vøkstur og møguliga eisini verri mótstøðuføri mótu sjúku. Við betur kunnleika til hesi fyribrigdir, kann alarin arbeiða fyribyrgjandi, soleiðis at hendingar við lágum súrevnisinnihaldi í sjónum í nótunum fækkast mest møguligt.

Avbjóðingar á minni vardum økjum

Á økjum við harðari ráki er útskiftingin vanliga ikki ein trupuleiki, men hesi økini liggja oftani meira opin fyri havaldu. Samanspælið millum rák og aldu elvir til, at tað eru stórar kreftir, ið virka á aliútgerðina. Avbjóðingin á hesum økjunum er at menna útgerð, sum megnar at standa ímóti náttúrukreftunum, og samstundis varðveita eitt umhvørvi í alinótum, sum gevur best møguligan trivna hjá fiskinum í nótunum. Betri vitan á hesum økinum er avgerandi, um aling á opnum havi skal gerast veruleiki.

Nýggi PhD-kandidaturin

Til at fremja sjálva PhD-verkætlanina hevur Fiskaaling sett Heina W. Rasmussen í starv. Hann er útbúgvin civilverkfrøðingur á maskinlinju frá DTU í Danmark við sergrein innan modellering, og síðani hevur hann eisini tikið skeið á DTU. Seinastu árini hevur hann starvast hjá fyritøkuni Haldor Topsøe A/S í Danmark við FEA-modelering, ið er sami háttur, sum verður nýttur í simuleringina av alibrúkum. Heini byrjar í starvinum um ársskiftið 2009/2010, og verður hann tá innskrivaður á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Verkætlanin verður  fíggjað av p/f Fiskaaling, Granskingarráðnum og norska SINTEF.