Enn eitt fet nærri Seturskampus
Nú er avtalan millum Tórshavnar kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið um kampusøkið á Frælsinum undirskrivað, og sostatt er enn eitt týðandi fet tikið fram móti at savna virksemið á Setrinum
Í dag settu Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, sínar undirskriftir undir eina sera týdningarmikla avtalu fyri framtíðina hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Landsstýrið og kommunan eru á einum máli um, at eitt samanhangandi umhvørvi fyri hægri lestur skal mennast í høvuðsstaðnum, og at ognirnar á Frælsinum skulu brúkast til at fáa framt ta stóru kampusætlanina, sum hevur ligið á arbeiðsborðinum nú í nøkur ár.
Yvirskipaða kampusætlanin, har umrødda avtalan er partur, er, at verandi bygningar á Frælsinum skulu gerast í stand, ein høvuðsbygningur og bygningar til einstøku deildirnar skulu byggjast, og at lestraríbúðir somuleiðis skulu byggjast á økinum á Frælsinum, sum harvið verður eitt samlað universitetsøki.
Samstundis hevur Tórshavnar kommuna sagt leigusáttmálan hjá Fróðskaparsetrinum av Sjóvinnnuhúsinum á Vestaru bryggju upp. Flytingin verður tó so lagalig, at hon ikki skal ávirka dagliga virksemið hjá Fróðskaparsetrinum.
Fyrireikingarnar at skriva út eina arkitektakapping um nýggja høvuðsbygningin hjá Fróðskaparsetri Føroya eru byrjaðar, og hetta er somuleiðis eitt týðandi stig fram móti at fáa alt Setrið savnað á einum nútíðarhóskandi universitetsøki í býnum.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...