25.02.2010
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Enn eru nøkur pláss eftir til masterskeið í løgfrøði

Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar í vár út masterskeið í løgfrøði, ið eftir umsókn kann gerast partur av masterútbúgving.


Mannarættindi og revsirættur í Føroyum

Stakskeiðið í løgfrøði ber heitið ”Mannarættindi og revsirættur í Føroyum” og telur 10 námsstig á masterstøði, og ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi masterútbúgving í lóg.

Undirvísingin byrjar 9. apríl 2010. Munnlig próvtøka verður 21. og 22. juni 2010.

Undirvísingarætlan       
Nærri lýsing av skeiðnum

Lærari verður Kári á Rógvi PhD lektari. Eisini verða gestafyrilesarar

Endamálið við skeiðnum er at veita innlit í týdning fyri og ávirkan á revsirætt av mannarættindum, serliga Europeiska Mannarættindasáttmálanum. Tey lesandi skulu fáa nøktandi innlit í revsing og mannarættindi til tess at kunnu eyðmerkja og greina trætur, har hesar rættarreglur fáa týdning í senn og tí bæði møtast og skulu avvigast.

Skeiðið kannar bæði almennar og serstakar spurningar á mótinum millum revsirætt og mannarættindi. Meginreglur sum legalitetsprinsippið í § 1 í verandi donsk-føroysku revsilóg og forboðið móti afturvirki í grein 7 í EMRS verða viðgjørd. Harumframt verður hugt at tulkingarstíli og venju hjá bæði norðurlendskum dómstólum og Europeiska Mannarættindadómstólinum. Evni sum framsøgufrælsi og trúarfrælsi í samvirkan við revsirætt eru somuleiðis sera týðandi. Skeiðið er serliga viðkomandi, nú ætlanir eru at yvirtaka revsirætt sum føroyskt sermál.

Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilestrarhaldarum – ætlandi dómarum og lærdum úr grannalondum og Føroyum. Eisini verða studentaframløgur.

Próvtøkuformur: Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, munnlig próvtøka 2/3. Uttanseturs próvdøming

Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið er útbúgving á bachelorstigi við nóg mikið av løgfrøði ella javnmettum fakum eitt nú grundskeiði í lóg.

Umsóknarblað
________________________________________________________________________________


Skeiðið kostar 5.500,00 kr. Lesandi innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya ella við annan hægri lærustovn fáa tó skeiðið ókeypis.

Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncks gøta 25, 4.h., Tórshavn, tlf. 352580.

Avmarkað luttøka

Umsóknarfreistin er sett til fríggjadagin 19. mars 2010. Tikið verður tó upp til skeiðið er fullsett.

FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00
J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
www.setur.fo