Enskt greinasavn um føroysk viðurskifti
16.11.2011
Námsvísindadeildin
Skriva út

Enskt greinasavn um føroysk viðurskifti

Fróðskapur hevur givið út greinasavnið "Among the Islanders of the North. An Anthropology of the Faroe Islands". Firouz Gaini hevur ritstjórnað. Greinasavnið er 199 síður og kostar 240 kr


Í savninum, sum er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum, eru 5 greinar um sentral evnir í nútiðar Føroyum úr ymsum antropologiskum sjónarhornum.

Jonathan Wylie, amerikanskur antropologur, hevur tvær greinir, sum hoyra saman undir yvirskriftini “Getting to Know a Small Society: Two Essays on Faroese Social Structure”. Tann fyrra greinin, “Eg Oyggjar Veit?”, viðgerð føroyska mentan við støði í bókum og tekstum hjá Trollope, Labonne, Nougaret, Birley, Andreassen o.s.fr. Høvundurin roynir at fáa tað fram, sum kann sigast at hava serligan antropologiskan áhuga. Wylie, sum áður hevur skrivað viðurkendar bøkur um Føroyar, gevur lesaranum, sum kanska ikki hevur vitjað landið, eina livandi og sera væl grundaða heildarmynd av mentanini og fólkinum í Føroyum. Seinna greinin, “Visiting”, grundar á etnografiskar kanningar hjá høvundanum sjálvum. Talan er um eitt essay, sum hevur ein lættan og persónligan dám. Wylie lýsir gerandislívið í bygdini “Álvabøur” við serligum atliti til siðir og vanar í sambandi við vitjan – til dømis serkendi “drekkamunnurin”. Hetta er helst fyrst veruliga roynd at lýsa “vitjanir” sum ritual og siðvenju í føroyskari mentan. Greinirnar hjá Wylie, samanlagt, lýsa tann sosiala strukturin í Føroyum úr ymsum sjónarhornum – við “tick description” (antropologiska greining) av vitjanarmynstrum á bygd og við einum kritiskum ummæli av søguligum keldum.

Christophe Pons, franskur antropologur, hevur skrivað sera áhugaverda grein um religión og samleika í Føroyum í dag undir heitinum “The Anthropology of Christianity in the Faroe Islands”. Trúgvin er ein týðandi partur av gerandislívinum í Føroyum, sigur Pons, og hevur stóra ávirkan á øll sosial samskifti. Høvundurin brúkar Føroyar sum dømi í eini forvitnisligari roynd at lýsa og greina sambandið millum trúgv og samfelag, kirkju og mentan. Sostatt verður kirkjan – og samkomurnar – knýtt at søguligum, politiskum og mentanarligum viðurskiftum í Føroyum. Eisini lýsir høvundurin munin á fólkakirkjuni og samkomum úr einum heilt nýggjum sjónarhorni. Støðan í Føroyum í dag, sigur Pons, avspeglar tó eisini altjóða átrúnaðarlig rák.

Firouz Gaini, føroyskur antropologur, hevur skrivað tvær tær seinastu greinirnar í savninum. Tann fyrra, nevnd “Cultural Rhapsody in Shift”, lýsir føroyska mentan við serligum denti á skiftið frá traditión til (sein) modernitet í samfelagnum. Greinin endurskoðar vanligar “fatanir” av føroyskari mentan, sum “eksotisera” og romantisera mentanina sum nakað óbroytiligt og “natúrligt”. Eisini verður víst, at tað lokala og globala, tað gamla og nýggja, ofta eru í einum samspæli, sum skapar menning og frambrot. Tónleikalívið hjá ungdóminum verður tikið fram sum dømi um mentan í seinmodernaða samfelagnum. Mentanin er, við øðrum orðum, meira samansett enn vanliga verður hildið. Seinna greinin hjá Gaini hevur heitið “The Adversity of the Heroes of the Past”. Hetta er ein søgulig og mentanarlig lýsing av samleikanum hjá ungum monnum í Føroyum. Greinin analyserar lívsstílin og samleikan hjá monnum við støði í nøkrum hugtøkum, sum kunnu knýtast til ástøðið hjá franska antropologinum Claude Lévi-Strauss. Høvundurin vísir eisini, hvussu almennar samfelagsbroytingar hava broytt virðini, sum verða knýtt at maskuliniteti.

Greinasavnið bjóðar, við øðrum orðum, nýggjar antropologiskar tekstir um Føroyar. Allir tekstirnir viðgera skiftið frá traditión til modernitet, frá lokalum til globalt, í tí føroyska samfelagnum. Bókin gevur eitt íkast til vísindaligu vitanina um eitt lítið samfelag, sum ikki er heilt eins og hini Norðurlondini, tó ávirkað av somu globalu rákum og broytingum.