Er framtíð Føroya grøn?
Komandi hósdag, 6. mars, verður skipað fyri einari orku- og umhvørvisráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Evnið á orkustevnuni er: "Er framtíð Føroya grøn?". Endamálið við ráðstevnuni er at lýsa orku- og umhvørvisstøðu Føroya og á hvørja leið hon ber.
Leiðandi serfrøðingar innan orku, umhvørvi og vinnu luttaka á ráðstevnuni og greiða frá støðuni og framtíðini. Á orkustevnuni luttaka Jarðfeingi, SEV, Fróðskaparsetur Føroya og Umhvørvisstovan, sum í felag hava millum annað orku og umhvørvi sum sítt arbeiðsøki. Eisini verður vinnan umboðað.
Ymisk evni verða viðgjørd, soleiðis at svar vónandi kann fáast upp á spurningar og ivamál um orku og umhvørvi. Frá Fróðskaparsetrinum luttaka Sigurð í Jákupsstovu, rektari, og Bárður Niclasen, lektari, sum fara at umrøða evnið "Varandi orka og Setrið". Eisini Bogi Hansen, ph.d., professari í havfrøði og adjungeraður á Setrinum luttekur við evninum "Er globala upphitingin avlýst".
Sí annars skránna fyri Orkustevnuna her
Ráðstevnan endar við einum aðalorðaskifti um orku og umhvørvi. Luttakarar í orðaskiftinum verða umboð fyri luttakandi stovnarnar, umframt at landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Jóhan Dahl, luttekur.
Orkustevnan varð hildin fyrstu ferð í Tórshavn í 2013. Orkustevnan 2013 var ein samanseting av sølustevnu og seminarum. 22 framsýnarar luttøku á messuni, meðan Umhvørvisstovan, Jarðfeingi, SEV, Agenda21 og VIT Orka luttóku í seminarunum. Stevnan vardi í tveir dagar, og umleið 1300 fólk vitjaðu stevnuna.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...