Er heima til?
24.04.2015
Føroyamálsdeildin Fróðskapur
Skriva út

Er heima til?

Fróðskapur hevur givið út bókina Er heima til? eftir Berg Durhuus Hansen, adjunkt á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum.


Bókin byggir á eina ph.d.-ritgerð um eitt tekstslag, ferðafrásagnir, og um hvussu ein føroyskur rithøvundur, Kristian Osvald Viderø (1906-1991), brúkti hetta tekstslagið til at skriva um seg sjálvan og sína tíð.

Bókin kemur út sama dag, sum ritgerðin verður vard á Fróðskaparsetrinum.

Í bókini verður grundgivið fyri, at Viderø sum rithøvundur hevði torført við at finna seg til rættis í hevdbundnum tekstsløgum, men at hann skrivaði ferðafrásagnir, sum í stóran mun vóru ávirkaðar av bókmentaligum og heimspekiligum rákum í Evropa í fyrru helvt av 20. øld. Ein kensla av at liva í einari krepputíð og ikki kenna seg heima nakrastaðni – ikki at sættast við seg sjálvan og sítt umhvørvi – verður orðað í ferðafrásagnunum. Ferðafrásagnirnar góvu Viderø høvi til at taka hóskiligar leiklutir á seg og seta seg sjálvan á pall sum rithøvund við serligum eginleikum, søgum og hugsanum av tilveruligum slag.

Bókin er úrslit av gransking, sum Bergur Djurhuus Hansen hevur gjørt í sambandi við ph.d.verkætlan sína seinastu 3 árini. Verkætlanin er fíggjað av Granskingargrunninum og Fróðskaparsetrinum.

Metingarnevndin til ritgerðina segði m.a. í niðurstøðuni, at: “Ritgerðin vinnur fram úrslit, sum víðka um fatanina av einum ritverki, sum á flestan hátt líkist burturúr í bókmentaheiminum; úrslit sum eisini gera tað møguligt at víðka fatanina av okkara egnu søgu, samtíð og okkum sjálvum”

Permumyndin er málningur hjá Hanni Juliusi Bjartalíð. Bókin er 295 bls. og fæst til keyps í bókabúðunum fyri 250 kr.