Knud Simonsen
16.11.2007
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Er jarn avmarkandi fyri vøkstur í havinum?

Maria C. Nielsdottir, fyrverandi NVD lesandi og nú PhD-lesandi á NOC í Southampton, er í ferð við at greina týdningin, sum jarn hevur fyri plantuæti, og harvið øllum tilfeinginum, sum er í sjónum.


Norðuratlantshavið er eitt av mest produktivu havøkjunum í heiminum. Illfýsna veðri um veturin ger, at sjógvurin frá vatnskorpuni og niður í stór dýpir verður blandaður. Hetta ger, at tøðsøltir verða flutt frá havdýpinum og upp til vatnskorpuna, har tey eru grundarlagi fyri ógvusliga uppblómingarnar av plantuæti, sum henda á hvørjum vári.

Út á summari, tá plantuæti hevur brúkt upp tøðsøltini í ovaru løgunum í sjónum, steðgar uppblómingin á, hevur verið hugsanin higartil. Nú er man komin eftur, at vøksturin hjá plantuæti í nøkrum økjum steðgar, hóast at tøðsøltir eru eftir. Tískil má tað verða okkurt annað evnið, sum vantar og steðgar gróðrinum.

Í einum fyrilestri, sum Maria C. Nielsdóttir helt á Náttúruvísindadeildini mikudagin í farnu viku, greiddi hon frá, at hon og starvsfelagir hennara á National Oceanography Centre (NOC) í Southampton í Suðuronglandi eru komin fram á, at vantandi evni helst er jarn. Hesa niðurstøðu eru tey komin til frá mátingum, sum tey hava gjørt á havrannsóknarferðum bæði í Suðurhøvum og í Norður Atlantshavinum.

Mongdirnar av jarni í sjónum eru sera smáar, og tað er bert fyri heilt fáum árum síðani, at útgerðin til at gera hesar mátingar varð ment so frægt, at slíkar mátingar gjørdust møguligar. Bara tað at skipini eru úr jarni er nóg mikið til at prøvarnir verða jarndálkaðir, um teir verða tiknir nærri enn 10 m frá skipinum. Tí er nýggjasta mátiútgerðin úr titanium og plasti, greiddi Maria frá í fyrilestri sínum

Maria C. Nielsdóttir las evnafrøði á NVD áðrenn hon fór til Danmarkar at lesa til sivil verkfrøðing í evnafrøði á Danmarks Tekniske Universitet (DTU). Áðrenn hon endaði útbúgving sína á DTU var hon eitt ár á University of East Anglia í Norwich í Onglandi, har hon tók ein Master of Science í Atmospheric Sciences. Síðani var hon aftur á DTU og endaði útbúgving sína har sum Master of Science í Applied Chemistry and Chemical Engineering. Seinastu tvey árini hevur hon verið PhD-lesandi á National Oceanography Centre (NOC) í Southampton í Suðuronglandi. Sum partur av PhD-lestrinum hevur hon verið á rannsóknarferðum bæði í suðurhøvum og í Norður Atlantshavinum.

Meðan Maria er í Føroyum vitjar hon miðnámsskúlar fyri at greiða frá um veðurlagsbroytingar og umhvørvi í einum átaki, sum Innlendismálaráðið stuðlar fíggjarliga.