Er samband millum folinsýru og autismusjúkur?
Marin Strøm, lektari í heilsuvísindum á Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya hevur staðið fyri eini granskingarverkætlan, at kanna um samband er millum tilskot við folinsýru og sjúku innan autismu-spektrið.
Úrslit frá eldri kanningum hava bent á, at samanhangur kann vera millum tilskot við folinsýru, tá mann er við barn, og vandan fyri, hvørt barnið fær sjúku innan autismu-spektrið.
Í hesu nýggju kanningini er talan um eina stóra burðarkohortukanning, sum er gjørd í Danmark. Kanningin hevði til endamáls at kanna nærri, um samanhangur er, tá mamman antin hevur tikið folinsýrutilskot ella etið kost ríkan í hesum evni og tað, at barnið hevði autismu. Úrslitið frá kanningini kundi ikki staðfesta samband millum hesar tættir.
Hetta er størsta kanningin av sínum slagi. Úrslitið leggur dent á, at tað er neyðugt eisini at taka atlit til genetiskar variantar, ið hava týdning fyri, hvussu folinsýra verður umsett í kroppinum.
Meira kann lesast um evnið í greinini:
Folic acid supplementation and intake of folate in pregnancy in relation to offspring risk of autism spectrum disorder. Strøm M, Granström C, Lyall K, Ascherio A, Olsen SF. Psychol Med. 2017 Sep 26:1-7. doi: 10.1017/S0033291717002410. [Epub ahead of print]
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...