Erik Skyum-Nielsen vitjar
Bókmentatiltak verður í Gamla Bókhandli 4. september
Danski bókmentafrøðingurin Erik Skyum-Nielsen vitjar og undirvísir á Føroyamálsdeildini í døgunum 2. til 6. september. Í hesum sambandi verður bókmentatiltak í mentanararvsrúminum (íbúðini) í Gamla Bókhandli mikudagin 4. september kl. 16. Bergur Rønne Moberg fer at hava samrøðu við Erik Skyum-Nielsen um rithøvundarnar Halldór Laxness og Gunnar Gunnarsson sum ávikavist íslendskt- og dansktskrivandi íslendingar. Umrøddir verða líkleikar millum íslendskar og føroyskar bókmentir á føroyskum og donskum við serligum atliti at bókmentasøguskriving.
Erik Skyum-Nielsen er lektari á Nordiske Studier á universitetinum í Keypmannahavn, og hann hevur umframt íslendskar høvundar týtt føroyskan skaldskap, m.a. verk eftir Jóanes Nielsen, Oddvør Johansen og Carl Jóhan Jensen. Tey flestu munnu eisini kenna hann sum ummælara.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...