Erika Hayfield nýggjur adjunktur
16.11.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Erika Hayfield nýggjur adjunktur

Erika Hayfield varð herfyri sett í starv sum adjunktur í samfelagsvísindum við arbeiðsstaði á Søgu- og Samfelagsdeildini.


Erika kemur úr einum starvi sum ráðgevi í Vinnumálaráðnum, men hevur annars royndir við arbeiði innan vinnulív og innan undirvísing, hetta í Skotlandi og í Føroyum.

Erika er útbúgvin Master í marknaðarføring frá Napier University, sum er í Edinburgh. Her vardi hon í 2008 sína ph.d. ritgerð, har evnið var forbrúkaraatferð hjá børnum. Erika byrjar í starvinum 1. januar 2014.