Erla Olsen heldur fram sum dekanur
Rektari og stýri á Fróðskaparsetri Føroya hava gjørt av, at Erla Olsen heldur fram í starvinum sum dekanur á Námsvísindadeildini í trý ár aftrat
Erla Olsen, sum er ph.d. og lektari, hevur verið dekanur á Námsvísindadeildini seinastu trý árini, og nýggja skeiðið verður somuleiðis trý ár, frá 1. apríl í ár til 31. mars 2024.
- Eftir at hava lýst við dekanstarvinum innan- sum uttanhýsis og innan- sum uttanlands, fingu vit eina umsókn. Tað var ein avbera góð umsókn, og hon kom frá sitandi dekani, sigur Chik Collins, rektari.
- Eg sjálvur og Ólavur Ellefsen, stýrisformaður, mæltu tí í gjár stýrinum til at leingja starvssáttmálan við Erlu Olsen í trý ár, og tað tók stýrið einmælt undir við, sigur hann.
Áður hevur rektarin saman við stýrinum longt onnur dekanstørv á Setrinum, sum er vanlig mannagongd. Men eftir tilmæli frá Erlu Olsen sjálvari varð starvið hesaferð lýst leyst, so onnur skikkað eisini fingu møguleikan.
- Vit øll á Setrinum ynskja Erlu Olsen hjartaliga til lukku við starvinum, sigur Chik Collins, rektari.
Erla Olsen hevur hetta seinasta árið miðvíst arbeitt saman við setursleiðsluni við at menna Námsvísindadeildina, og hon heldur nú fram við tí arbeiðinum saman við nýliga stovnaða leiðslutoyminum á Námsvísindadeildini, har tveir varadekanar eru fyri ávikavist námsfrøðina og læraraútbúgvingina.
- Námsvísindadeildin hevur alstóran týdning fyri føroyska samfelagið. Deildin hjá okkum er í roynd og veru ein hornasteinur á Setrinum, tí okkara kjarnuuppgáva er at veita og menna dygdarundirvísing og -gransking, sigur Erla Olsen, sum gleðir seg til at fara undir enn eitt skeið á odda fyri Námsvísindadeildini.
Á Námsvísindadeildini, har lærarar og námsfrøðingar verða útbúnir, eru nøkur og 30 starvsfólk og 320 lesandi.
Dekanurin hevur ábyrgd av øllum liðum í leiðsluni á deildini og vísir til rektaran.
Dekanurin hevur hollar akademiskar royndir í undirvísing, gransking, fyrisiting og leiðslu, og eisini viðkomandi ph.d. við skjalprógvaðum granskingaravriki á lektarastigi.
Stevnið fyri setursleiðsluna eru málini og miðini í strategiætlanini fyri Fróðskaparsetrið, sum kann lesast her.
Lesið meira um vísindaligu útgávurnar o.a. hjá Erlu Olsen her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...