Knud Simonsen
10.12.2007
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Eru føroyingar fremsta forðan fyri framburði í Føroyum?

Í grein í bløðunum herfyri vísir Hóraldur Joensen, lektari og leiðari á Granskingarkjarnanum fyri evnafrøði og lívtøkni, á, at hóast greitt samband er ávíst millum universitetsgransking og landsbúskaparliga framgongd, so nýta Føroyar sára lítið av peningi til gransking generelt og matvørugransking specielt.


GREIN Í SOSIALINUM OG DIMMALÆTTING (12.11.2007):

__________________________________

Eru føroyingar fremsta forðan fyri framburði í Føroyum?

Hóraldur Joensen

Hóast greitt samband er ávíst millum universitetsgransking og landsbúskaparliga framgongd, so nýta Føroyar sára lítið av peningi til gransking generelt og matvørugransking specielt. Føroyar eru í ávísan mun framvegis rávøruframleiðari, eins og onnur menningarlond. Føroyar gagnnýta ikki allar tøkar fíggingarmøguleikar. Føroysk gransking er offur fyri neurotiskum og skizofrenum tjóðskapar- og ríkisfelagspolitikki. Føroyar vilja heldur ríka einstaklingar enn at tæna fjøldini. Føroyingar umtalaðir uttanlands sum óseriøs forkelað grenj. Føroyingar velja heilt tilvitað at svíkja seg sjálvan.

Universitetsgransking og fíggjarlig framgongd

Øll lond kring okkum hava langt síðani ásannað týdningin av at hava vælskipað og virkin universitet. Framkomnar búskaparfrøðiligar greiningar hava týðuliga víst eitt greitt positivt samband millum tjóðskaparliga universitetsgransking og fíggjarliga framgongd. Universitetsgransking økir um kappingarføri við miðvísari og áhaldandi kunnleikaframleiðslu, kunnleikaflutningi frá einum virkisøki til annað, eins og nýskapan í ídnaðinum og búskapinum. Høvuðsíkastið frá granskingini er øking av framleiðsluorkuni hjá arbeiðsmegini. Universitetini geva studentunum lærdóm, vitan og granskingarførleika. Eftir lokið universitetsprógv gerast kandidatarnir høvuðskeldan til nýhugsan og nýskapan í feløgunum, teir arbeiða hjá.

Universitetsgransking mennir eisini nýggjar náttúruvísindaligar greinar, nýggja tøkni og fremur process-batar. Hugaúrdráttir, sum virki kunnu ogna sær við sáttmálum, ráðgeving og við at gagnnýta úrslit úr vísindaligum greinum. Við hesari mentalu barlast kunnu virki og smiðjur av ymsum slag so økja um fæfeingisframleiðsluna (kapital produktivitetin) og skapa nýggj produktir, processir og tænastur, sum aftur geva nýggj arbeiðspláss, útflutning og ávinning (profitt).

Umframt mátiliga gagnið á búskapin, so vísa kanningar, at universitetsgransking fremur socialar og fíggjarligar batar hjá øllum landsins tegnum. Framin sæst aftur á heilsuøkinum, sociala økinum, skúlaskipanini, rættarskipanini og hópin av øðrum økjum. Stutt sagt, universitetsgransking hækkar lívsdygdina hjá fólki.

Fróðskaparsetur Føroya

Í Føroyum vóru vit sera sein at leggja lunnar undir universitet landsins, Fróðskaparsetur Føroya (Universitas Faroensis). Stovnsetingin fór ikki fram fyrr enn í 1965. Og nakað seinni, í 1972, var Náttúruvísindadeildin (The Faculty of Science and Technology) sett á stovn. Til sammetingar, so varð Universitetið í Keypmannahavn stovnað longu ár 1479.

Granskingarliga er mestsum øskukalt

Hóast vit byrjaðu væl seinni enn grannar okkara, so kundu vit havt spent okkum munandi meiri út enn gjørt er hesi seinastu árini, høvdu valdshavandi politikkararnir her á landi játtað meiri pening til gransking og menning. Veruleikin er tann, at verandi skipan við ymsum  undirvísingar- og granskingareindum virkar ikki optimalt vegna manglandi fígging. Harmiligt og landsskaðiligt, at so nógv undirvísingarvirksemi (t.d. KT) og granskingarvirksemi liggur í andaleypi vegna tvørrandi játtanir.

Ótroytt evnafrøðilig granskingarøki

Dømi um møgulig granskingarøki, sum beinleiðis hava tilknýti við høvuðsvinnuna her á landi, eru lipidir í fiskagøgnum, flaki og skræðu, fiskaenzymir, fiskaprotein, proteinhydrolysat, mikro- og nano-hylkt bioaktiv fiskapeptid, fiskacollagen, fiskagelatin (skræðu- og beingelatin), lívvirkisfrøðilig evni í fiskarognum og fiskasili , hávaúrdráttir, rækjuúrdráttir (chitin, chitosan), krabbaúrdráttir, heilsugagnligir taraúrdráttir, funkuføði (functional food), nutraceuticals, heiliráðskostur (medical food) og føðslurelateraðar medicinskar verkætlanir. Hóast høvuðsframleiðslan her á landi er matframleiðsla, so er mestsum øskukalt á hesum granskingarøkjum, vegna tvørrandi fígging. Vit føroyingar, og bert vit føroyingar, hava ábyrgdina av hesi skilaleysu og vánaligu støðu.

Evnafrøðilig gransking  offur

Evnafrøðilig og lívtøknilig gransking eins og onnur gransking er national og international og eigur ikki at líða undir líkasælum, seintvirkandi og óvirknum stjórnarráði. Hon eigur at vera ótengd av neurotiskum og skizofrenum tjóðskapar- og ríkisfelagspolitikki. Granskingin her á landi eigur ikki at verða offur fyri mentalum blokkeringum, ótta og manglandi áræði at seta pening av á fíggjarlógini til rannsóknir, ella líða av tvískinnis-atferðini: samstundis biðja og frábiðja sær fígging. Fyri granskingina ger tað ongan mun, um fíggingin kemur úr Keypmannahavn ella Bruxelles. Granskingin eigur ikki at vera offrað í hundraðáragamla tvídráttinum um fullveldisstat ella ríkisfelagsskap. Sum er, so nýta vit nógva tíð og orku úrslitaleyst til at fáa fatur á granskingarpengum úr EU, men senda hvørt ár 350 milliónir Dkr aftur í danska statskassan. Hevði henda upphædd nýtt til gransking, menning og undirvísing so hevði hon, um rætt varð atborið, ikki ført til Hollendska sjúku ella yvirupphitaðan búskap. Vit høvdu fyri langari tíð síðani havt eitt fult útbúgvið og útgjørt universitet og undirvísingarverk. Harafturat kundi samferðslukervið og heilsuverkið verið liðugtment, alternativar vinnur fullmentar og búskapurin sjálvberandi. Við rættari framferð høvdu vit harafturat havt so mikið stórt fíggjarligt avlop, at Føroyar kundu veitt fíggjarligan stuðul til ringast staddu kommunurnar í Danmark og Grønlandi eins og øðrum norðurlondum. Men kallarnir á ovastu valdsrók velja heilt tilvitað ikki at gagnnýta allar fíggjarmøguleikar, sum okkum føroyingum standa í boði. Harvið svíkja teir sína skyldu at tæna landi og fólki í best møguligan mun. Fáar aðrar tjóðir á klótuni hava slíkar fyrimunaligar umstøður at virka undir. Tað er ikki løgið, at útlendingar, ið kenna til føroysk viðurskifti, kalla okkum óseriøs forkelað grenj.

Milliardir av Dkr til undirskotsvirksemi

Í staðin fyri at veita hóskandi fígging til fólksins upplýsingar- og granskingarstovn, Fróðskaparsetur Føroya, so hava stjórnandi kallarnir her á landi valt at ovurstuðla lítið lønandi yrkjum og beinleiðis undirskotsvirksemum við nýggjusiffraðum upphæddum. Tilsamans ovurhonds stórar upphæddir til nøkur fáa virki og persónar her á landi. Til teir sum halda landinum uppi, varð sagt. Vanlukkuligu fíggjarligu fylgirnar av landskassaveðhildnu lánum í áttati- og níti-árunum merkjast framvegis millum manna. Til dømis rindaði ráðfiskagrunnurin frá 1975 til 1995 umleið 200 milliónir Dkr í meðal um árið til veiðu av ótýðandi og lítið týðandi fiskasløgum. Samlaða útgoldna upphæddin hetta 20-ára tíðarskeiðið var umleið 4 milliardir almennar Dkr. Ein týðandi partur av hesum almenna stuðuli kom frá sokallaða blokkinum, ið upprunaliga varð ætlaður til millum annað heilsuverkið, undirvísing og gransking. Men til gransking skuldi blokkurin ikki nýtast, tí syrgdu okkara fólkavaldu oddafiskar fyri.

Harafturat vóru fleiri milliardir av almennum Dkr. óbeinleiðis veittar til ein svartkjaftatrolara fyri og annan eftir, hóast tann fyrsti ongantíð bar seg fíggjarliga, til partar av kemikaliutangaskipaflotanum, ið allur fór á heysin, og til skilaleysar ovuríløgur í flakavirki kring landið. Fleiri óvarandi fólk komu tíanverri í størsta fíggjarliga óføri av íløgumynstrinum, ið íleggjararnir nýttu. Eitt íløgumynstur, sum var heimilað av landsins leiðslu.

Grov stuðulsmisnýtla

Henda stuðulsskipanin varð til tíðir grovliga misnýtt. Eitt hitt fúlasta dømið um markleysa gagnnýtlsu av hesi høpisleysu skipan var stóra kongafiskaveiðan hjá djúpvatnstrolara, sum eftir at vera landað og fíggjarstuðlað við lítlari millión Dkr úr landskassanum, vísti seg at verða so vánalig, at hon ikki var mannaføði og mátti burturbeinast. Hon varð vippað út av einum eiði saman við øðrum burturkasti. Annað grovt dømi var stóra upsaveiðan hjá rokskipara, sum umframt at hava fylt last og dekk kom søkklaðin til lands, sleipandi trolið hálvfult av ókruvdum deyðum, rotnandi fiski. Øll tann spilta og hálvspilta veiðan varð landað og gylt av peningi rann enn einaferð úr landskassanum. Slíkir fiskikongar eru framvegis mettir sum rættir menn, ið byggja land. Stórt sæð allur trolveiddi upsin verður framvegis virðisminkaður av ov longum og stórum trolhálum, og allur innvølurin verður støðugt blakaður í havið aftur.


Tjóðarogn ókeypis til einstaklingar

Seinnu árini hava okkara fólkavaldu kallar skipað fyri einum øðrum slagi av skilaloysi. Talan er um dýrabaru veiðuloyvini til fólksins ogn, tjóðarinnar fiskaríkidømi. Hesi eru latin ókeypis til nakrar fáar persónar og fyritøkur her á landi. Í staðin fyri at lata tey aftur til landið, tá tey ikki verða nýtt meiri, so er møguligt hjá hesum loyvishavarum at selja hesi gjaldsleysu veiðuloyvi fyri stórar upphæddir. Uppí hundrað tals milliónir av Dkr, og stinga vinningin í egnan lumma. Einki ilt um teir. Loyvishavararnir hava einki lógarbrot framt, teir hava bara fylgt lógum lands. Ørskapurin er framdur av lógarkrotusmiðum í løgtinginum. Skuldi onkur av tegnum landsins hugsað um framdu ógerðirnar sum skipað tjóðarrán og landssvik, so er tað ikki heilt óskiljandi.


Liggja sum vit sjálvi hava reitt

Okkara fólkavaldu valdshavarar hava seinastu tíggjuárini valt at ovurstuðla fleiri ódyggum einstaklinga- og virkisverkætlanum við milliard-upphæddum og undirstuðla tí stovni, ið av røttum átti at verið fólksins tøkniligu mentannarháborg og tjóðarinnar stoltleiki, nevniliga Fróðskapasetur Føroya. Á henda hátt hava valdu oddamenn okkara forða fyri skjótari og skipaðari framgongd her á landi. Hava forðað fyri øktum kappingarføri, áhaldandi kunnleikaframleiðslu, kunnleikaflutningi og nýskapan í ídnaðinum og búskapinum. Ja, hava so dyggiliga svikið granskingina í Føroyum seinastu hálvu øldina. Tíanverri. Harmiligt. Landsskaðiligt. Men vit liggja sum vit sjálvi hava reitt. Føroya fólk hevur sjálvt valt landsins leiðslu. Tessvegna kann av røttum sigast, at vit føroyingar eru sjálvir fremsta forðan fyri framburði í Føroyum. Ei undur í, at vælútbúnir føroyingar aftra seg við at koma aftur til heimland sítt.

Frágreiðingin hjá Fernand Martin and Marc Trudeau (1998). The Economic Impact of University Research. Research File, March 1998, Volume 2, No. 3. sæst umvegis niðanfyristandandi slóð.