Eru nóg nógvir ella ov fáir lærarar?
Ført hevur verið fram, at ov nógvir lærarar verða útbúnir í Føroyum. Á Námsvísindadeildini eru upplýsingar fingnar til vegar, ið vísa, at læraraarbeiðsloysið er lítið. Kappingin um størvini er stór og tey, sum kappast um lærarastørvini, koma frá nógvum útbúgvingarstovnum.
Fram til 2011 høvdu nýútbúnir lærarar í øllum førum sera lætt við at fáa lærarastarv í Føroyum.
Hetta vísir kanningin Aftursvar, sum Hans Hansen, námslektari á Námsvísindadeildini, gjørdi á heysti í 2012. Hetta var ein spurnarkanning um lærarayrkið, og spurd vóru tey, ið tóku prógv 2007-2011. Tey vóru m.a. biðin um at upplýsa, hvørt tey høvdu søkt og fingið starv beint eftir loknan lestur. Tað høvdu tey og lætt var at fáa starv.
Í 2012 og í 2013 fingu fleiri lærarar prógv enn undanfarin ár. Orsøkin er, at Fróðskaparsetrið hevur tikið fleiri lesandi inn síðani 2008. Fyri 2008 var vanligt at taka 24 lesandi upp til læraraútbúgvingina.
Arbeiðstøkir lærarar í ALS
Námsvísindadeildin setti seg fyrr í vár í samband við ALS fyri at vita, hvussu nógvir lærarar eru skrásettir har. Svarið var, at 17 lærarar vóru skrásettir tá, hetta var í mars. Samanborið við, at tað eru umleið 700 lærarar í føroyska fólkaskúlanum, er arbeiðsloysið millum føroyskar lærarar millum 2% og 3%.
Vit vita ikki, hvussu nógvir av teimum 17 arbeiðsleysu lærarunum hava lokið prógv á Námsvísindadeildini seinastu tvey árini. Men hyggja tit at tølunum frá ALS sæst, at teir flestu arbeiðsleysu lærararnir eru millum 50 og 67 ár.
Eingi tøl eru til taks, sum siga nakað um, hvussu tað hevur verið hjá teimum, ið fingu prógv í 2012 og 2013, at fáa starv. Men tey eru neyvan millum tey 17, ið eru skrásett hjá ALS.
Tað er enn ikki gjørligt at fáa upplýsingar til vegar um arbeiðsstøðuna hjá teimum, sum hava lokið prógv í ár.
Stórir og smáir skúlar
Um fleiri lærarar søkja størv á teimum stóru skúlunum enn størv eru til har, so merkir tað hvørki, at Fróðskaparsetrið útbýr ov nógvar lærarar ella at størv ikki eru til tey. Smærru skúlarnir skulu eisini hava lærarar. Harafturat starvast lærarar í føroyska fólkaskúlanum, sum hava lokið útbúgving sína í øðrum londum. Tey nýútbúnu haðani eru eisini við í kappingini um størvini í føroyska fólkaskúlanum. Leggjast skal afturat, at tað er gott, at lærarar í føroyska skúlaverkinum eru útbúnir á ymsum lærustovnum – tað gevur íblástur og forðar fyri innannøring.
Samanumtikið er talið á lærarum, sum fáa prógv á Fróðskaparsetrinum, passaligt.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...