Espen Strøm Lønvik: Norskt sum annaðmál
Fyrilestur í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini 17. november kl. 13.00
Espen Strøm Lønvik hevur MA í norskum sum annaðmál frá universitetinum í Oslo. Ein part av MA-náminum tók hann sum skiftisstudentur á Føroyamálsdeildini.
Frammanundan hevur hann bachelorprógv í lingvistikki frá NTNU í Tróndheimi og er læraraútbúgvin í norskum frá Háskúlanum í Volda. Espen hevur royndir í at undirvísa vaksnum innflytarum og flóttafólki í norskum máli.
Í løtuni lesur Espen føroyskt á Føroyamálsdeildini. Hann fer at tosa um undirvísing í norskum fyri útlendingar í Noregi og um norskt sum annaðmál sum fak.
Sum vaksin lærir tú ikki eitt nýtt mál á sama hátt sum tú lærdi móðurmálið sum barn. Aldur, tileggjan og móðurmál hava týdning fyri, hvussu væl tú lærir eitt annaðmál. Í Noregi hava tilflytarar frá nógvum londum uttan fyri ES og EBS rætt og skyldu til 50 tíma undirvísing í samfelagskunnleika og 600 tímar í norskum máli. Hetta ger annaðmálsgransking til eitt týdningarmikið fakøki í málvísindum og námsfrøði til tess at fyrireika lærarar og onnur til hesa avbjóðingina. Í Noregi, Svøríki, Danmark, Finnlandi og Íslandi hevur annaðmálsgransking tey seinastu árini ment seg á teimum norðurlendsku deildunum.
Fyrilesturin, ið verður hildin á norskum, verður
í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini 17. november kl. 13.00
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...