Skriva út

Evnisdagur um nýskapan, íverksetan og vitan

Vinnumálaráðið skipar, saman við Mentamálaráðnum og Fróðskaparsetri Føroya, fyri evnisdegi um nýskapan, íverksetan og vitan, hósdagin 28. oktober í Norðurlandahúsinum.


Íslendsku Hjálmar Árnason, Sigriður Ingvarsdóttir, Berglind Hallgrímsdóttir og Perla Björk Egilsdóttir siga frá íslendsku royndunum at skapa samanhangandi innovatións- og íverksetaraskipanir.

Aftaná fyrilestrarnar verður pallborð um føroysku avbjóðingarnar at vaksa um vitanarvinnur, innovatión og íverksetan.

Evnisdagurin verður hósdagin 28. oktober frá kl. 9 – 12 í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Skrá

09.00: Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, seta dagin.

09.10: Hjálmar Árnason “Úr herstöð í kunnleikabygd“, fyrilestur um útbúgvingar- og nýskapanarsetrið Keilir, á fyrrverandi herstøðini í Keflavík.

09.50: Perla Björk Egilsdóttir, sølustjóri in SagaMedica, hevur fyrilestur undir heitinum “Medicinal Herbs – The Green Gold”.

10:20: steðgur

10:40: Sigriður Ingvarsdóttir og Berglind Hallgrímsdóttir hava fyrilestur um Nýsköpunarmiðstöð Íslands, undir heitinum: “Innovation for the Future - programmes and approaches from Innovation Centre Iceland”.

11:40: Pallborð

Í pallborðinum verða: Hjálmar Árnason, Sigriður Ingvarsdóttir, Berglind Hallgrímsdóttir, Perla Björk Egilsdóttir, Hannes Gislason og Regin W. Dalsgaard.

Orðstýrari:  Gunvør Balle, fyrrv. føroysk sendikvinna í Íslandi

Um fyrilestrarnar

Hjálmar Árnason er rektari á Keilir, ið er eitt nýtt og øðrvísi útbúgvingarumhvørvi, stovnað í 2007, á fyrrverandi amerikonsku herstøðini í Keflavík, sum nú er gjørt til nýskapanar- og vinnusetrið Ásbrú Enterprise Park.

Keilir bjóðar fram eina røð av vinnuligum útbúgvingum, og bæði í arbeiðslagi og fígging verður strembað eftir at ganga nýggjar leiðir.

Á Keilir eru 4 skúlar:

· Orku- og tøkniskúlin, ið hevur verkfrøðiútbúgving innan mekatronik og sum eisini bjóðar fram íverksetaraútbúgving í samstarvi við Nýsköpunarmiðstöð Íslands og Háskóla Íslands.

· Flogakademi ið bjóðar nógvar flogferðsluútbúgvingar: flúgvilærara, flogskipara, flúgvileiðara og flogternur

· Heilsu- og námsfrøðiskúli

· Háskólabrúgvin, ið er eitt 1 ára miðnám, ætlað vaksnum, ið hava ávegis útbúgving og royndir, men sum tørva eitt fullfíggjað miðnámsprógv, so at tey kunnu fara undir hægri lestur

Sigriður Ingvarsdóttir og Berglind Hallgrímsdóttir eru deildarstjórar á Nýsköpunarmiðstöð Íslands

Nýsköpunarmiðstöð Íslands er stovnur, ið sameinir mest sum øll lið i innovatión og íverksetan í tøttum samstarvi við bæði universitet og vinnu.

Virksemið fevnir m.a. um:

· Ráðgeving og skeið til íverksetarar

· Læra um innovatión

· Tøknilig ráðgeving, gransking og royndir

· Ráðgevingarstovur kring landið, umframt

· 7 klekingardeplar

 
Perla Björk Egilsdóttir er sølustjóri í  Saga Medica.

Saga Medica er eitt rættiliga nýtt virki, ið framleiðir heilsuvørur og náttúruheilivág úr hvonn og øðrum urtum, ið vaksa í Íslandi.

Saga Medica hevur heima í KÍM – Medical Park, ið er klekingardepil fyri heilsufyritøkur, sum Nýsköpunarmiðstöð Íslands stendur fyri saman við Íslendska Ídnaðarmálaráðnum, universitetini Háskóli Íslands og Háskólinn í Reykjavík og fastognarfelagnum Summit ehf.

Í Kím eru í løtuni 12 fyritøkur, ið gera heilsuvørur, heilsutól, krabbameinskanningar v.m.

Fyrsti fyrilesturin verður á føroyskum, teir seinnu á enskum