Lighthouse_and_Icebergs_at_Night_-_Illustration_with_Copyspace.jpg
29.06.2022
Setrið
Skriva út

Evstamark at søkja lestrarpláss er á midnátt fríggjadagin

Á midnátt fríggjakvøldið 1. juli er evstamark at søkja um lestrarpláss á okkara universiteti, Fróðskaparsetri Føroya

Vilt tú eisini verða partur av okkara fjølbroytta og stóra skara av umleið 1000 lesandi á Føroya einasta universiteti? Ja, so er at søkja um lestrarpláss á einari av okkara mongu spennandi útbúgvingum. Mong velja at fara undir hægri útbúgving á Setrinum, og talið hevur verið í vøkstri seinastu árini, so nú søkja fleiri um pláss á Setrinum enn á universitetum í Danmark.

Kanningar hava seinastu árini eisini víst, at so at siga øll, sum hava prógv frá Setrinum, fáa lestrarviðkomandi starv eftir lokna útbúgving. So arbeiðagevarar eru grammir eftir at seta fólk í starv, sum hava útbúgving frá Fróðskaparsetri Føroya. Tað hava vit m.a. skrivað um her og her.

Vit hava í ár lýst við okkara útbúgvingum við at brúka seks ung, sum øll hava tað til felags, at tey søkja um hægri lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum. Tey eita Markus, Beinta, Jórunn, Jónas, Monika og Ronja.

Evstamark at søkja er á midnátt 1. juli, og tú kanst gera tað her.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Setrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.