Færøsk-dansk
05.03.2012
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin
Skriva út

Færøsk-dansk

Í Norsk Lingvistisk Tidsskrift 29, sum júst er komið, hevur Hjalmar P. Petersen eina grein undir heitinum Færøsk-dansk, sum viðgerð danskt í Føroyum


Í Norsk Lingvistisk Tidsskrift 29 (bls. 293-314), sum júst er komið, hevur Hjalmar P. Petersen eina grein undir heitinum Færøsk-dansk. Í greinini viðgerð høvundurin danskt í Føroyum, og víst verður á, hvussu 4-M modellið hjá Myers-Scotton og Jake kann nýtast upp á data. Tó vísir høvundurin eisini veikleikar við somu teori, t.e., serliga har komið verður inn á máldominans, og hvat kann flytast millum mál í einari asymmetriskari tvímælisstøðu. Fram kemur í greinini, at danskt í Føroyum ikki er tað sama sum danskt í Danmark, og tí skal tað metast sum eitt serstakt avbrigdi av donskum.

Greinin er úrslit av gransking í føroyskum-donskum tvímæli og byggir á FADAC databasuna í Hamburg, sum er  tann mest fullfíggjaða databasan við nútíðarføroyskum og føroyskum-donskum.