Færøysk liv i nordisk perspektiv. Heiðursrit til Beintu í Jákupsstovu
Fróðskapur hevur givið út bók við greinum, sum eru skrivaðar til Beintu í Jákupsstovu, dr.polit., í sambandi við 60 ára føðingardag hennara 27. desember 2011. Tað eru 8 greinar í bókini, sum Edit Bugge, Heine Bugge og Kristin Tornes hava ritstjórnað. Tórshavn 2012, 178 síður. Kostnaður 200 kr. Supplementum 55. ISBN: 99918-65-37-9.
Í bókini verða evni viðgjørd, sum Beinta annaðhvørt arbeiðir við ella hevur serligan áhuga fyri: Kommunupolitikkur og politisk umboðan, hagtøl og vitanargrundarlag fyri politiskum avgerðum, vælferðarpolitikkur, kyn, familjupolitikkur og bókmentapolitikkur.
Beinta í Jákupsstovu er fyrstiamanuensis í stjórnmálafrøði við Høgskolen i Molde. Síðani 2008 hevur hon eisini verið knýtt at Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hon vardi í 2003 doktararitgerð, sum Fróðskapur gav út í bók í 2006 við heitinum Kunnskap og Makt - Færøysk helsepolitikk gjennom 150 år. Í bókini lýsir hon hugburðin í føroyskum heilsupolitikki frá fyrst í 19. øld og fram til heimastýristíðina.
Greinarnar, sum eru á føroyskum, norskum og íslendskum eru:
Kari Skrede: Fruktbarhet og familiepolitikk – hvor bærekraftig er den nordiske modellen?
Audun Offerdal: Representasjon og fråfall
Elin Súsanna Jacobsen: Kvinnulív í Havn uml. 1850
Firouz Gaini: Knívleysir menn. Samleiki og mentan hjá ungum føroyskum monnum
Eli Kjersem og Turid Aarset: Idealer, forestillinger og kunnskap om alderdom og boformer
Svavar Sigmundsson: Færeyingafélagið í Reykjavík
Malan Marnersdóttir: Bókmentir og samfelag
Kristin Tornes: Kunnskap og politikk
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...