Fagrar bókmentir úr oyggjasamfeløgum í altjóðagerðini
Skriva út

Fagrar bókmentir úr oyggjasamfeløgum í altjóðagerðini

11.-13 mai verður almenn ráðstevna í Norðurlandahúsinum um, hvussu tilveran í oyggjasamfeløgum sæst aftur í føgrum bókmentum, og hvørjir líkskapir og hvørjir munir gera seg galdandi í millum oyggjabókmentir


Ráðstevnan um føgru bókmentirnar í oyggjum og fjarskotnum plássum hevur heitið ‘Tornið við heimsins enda’ eftir skaldsøguni hjá Williami Heinesen (1976). Tað er eisini eitt kent brot eftir kenda rithøvundin, ið hevur givið íblástur til evnið: Føroyar í stóra heimshavinum er at sammeta við eitt sandskorn á einum dansigólvi, men brúkar tú sjóneyku, so kemur tú eftir, at talan er um ein heilan heim.

Ráðstevnan fer tó ikki bara at líta at føgrum bókmentum í hvørjum oyggjasamfelag sær, men heldur at hava hesar bókmentir upp ímóti hvørjum øðrum. Hava fagrar bókmentir, sum eru skrivaðar í oyggjasamfeløgum, t.d. í Føroyum og Jameika, nakað í felag? Hvørjir munir gera seg galdandi og hví? Er nakar munur í millum fagrar bókmentir úr oyggjasamfeløgum og fagrar bókmentir úr størri samfeløgum?

Fyrireikararnir siga, at altjóðagerðin hevur havt við sær, at oyggjar og smápláss eru vorðin eitt stórt granskingarevni, eisini innan bókmentir. Hetta hendir samstundis sum altjóðagerðin hevur við sær, at gomul sambond vikna og at nýggj sambond taka seg upp, eitt nú millum oyggjasamfeløg. Ráðstevnan setur sær fyri at lýsa, greina og skifta orð um, hvussu ymisk rúm – tað lokala, tað nationala, tað regionala og tað globala – og eisini umskaringar og ferðing teirra millum síggjast aftur í skrivikynstrinum innan nútímans, fagrar bókmentir.

Húsið hevur boðið 12 rithøvundum og 12 bókmentafrøðingum at leggja fram og skifta orð um evnið. Hesi koma úr t.d. Grønlandi, Tasmania, karibisku oyggjunum og Japan. Úr Føroyum luttaka Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, Malan Marnersóttir og Bergur Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingar, ið bæði starvast á Setrinum. Yvirlitið yvir vísindafólk og rithøvundar sæst her.

Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum frá 11. til 13. mai. Hon er almenn og ókeypis. Meiri kunning fæst við at seta seg í samband við Inger Smærup Sørensen, samskipara, umvegis telefon 22 46 73 ella teldupostadressuna inger@nlh.fo