Skriva út
Fakligt kjak um støðuna – um fólkaræði og fyrisiting
Fakfeløg og ungmannafeløg hava tikið stig til fylgja upp fólkafundunum herfyri við fakligum kjaki um støðuna í landinum.
Kári á Rógvi lektari í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum og Hallbera West stjórnmálafrøðingur, ið eisini er knýtt at Setrinum fara at halda fyrilestrar og leggja upp til kjak.
Í lýsing frá fyrireikarum stendur:
Fyrilestra- og kjakkvøld um fólkaræði og støðuna í Føroyum í løtuni verður í hølum Starvsmannafelagsins mánakvøldið 2. september kl. 19.00.
Fyrilestrar:
- "Kinesarin og skiparin í føroyska fólkaræðinum"
- Hallbera F. West, stjórnmálafrøðingur - "Meðan vit bíða eftir innliti - um løgfrøðifakligu atlitini í tunnilsmálinum"
- Kári á Rógvi, løgfrøðingur
Tróndur Enni og Lív Næss spæla og syngja í kaffisteðginum
Deyvatulkar eru til tiltakið.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...